At ruskbingjurnar í teimum ymsu bygdunum standa tætt við, har fólk býr, er bara ein fyrimunur.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan vil ikki geva teimum fólkum viðhald í bingjukrígnum á Tvøroyri, sum harðliga mótmæla, at ruskbingjurnar eru fluttar av plássinum inni í dalinum í Trongisvág, út í grótbrotið undir Akursgerði.
Sum greitt frá í blaðnum í gjár, og í greinini omanfyri, er ætlanin at savna inn undiskriftir ímóti flytingini, tí tey halda, at tað er burturvið at hava bingjuplássið so nær við, har nógv fólk býr og annars hava sína dagligu í sambandi við jarðarferðir og fótbóltsdyst.
Men vilja tey á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni ikki geva teimum rætt í.
Jacob Pauli Joensen, sigur tvørturímóti, at tað er ein fyrimunur at hava bingjuplássini beint við, har fólk býr, tí tá verður ábyrgdarkenslan størri av at halda plássið reint og nossligt.
Bingjuplásið hjá kommununi hevur verið í dalinum í Trongisvági, har savningarstaðið hjá IRF var.
Hann váttar, at Starvsstovan kravdi, at bingjurnar blivu fluttar, tá ið IRF flutti savningarstaðið til Trøllavíkar.
Men tað var ikki so nógv tí at vætan frá plássinum rann í áina, hóast tað eisini var ein orsøk - har er hvørki kloakk, ella streymasjógvur.
Jacob Pauli Joensen sigur, at Starvsstovan heldur ikki, at plássið inni í dalinum er ikki egnað til bingjupláss.
Har er ov ábart. Eitt nú hevur tað mangan víst seg, at rusk fýkur við vindinum útum alt økið.
Harafturat eru tað okkara royndir aðrastaðni í Føroyum, at bingjupláss, sum eru avsíðis, verða ikki nóg væl røkt.
Hinvegin vísir tað seg, at bingjupláss, sum liggja mitt í eini bygd, verða væl røkt og eru á ongan hátt til ampa fyri tey, sum búgva rundanum.
Jacob Pauli nevnir harafturat, at tað er heilt náttúrligt, at bingjuplássini eru mitt í har, sum fólkið býr, tí tað er staðið, har bygdarfólk skulu fara við sínum burturkasti.
Tí vilja vit í veruleikanum heldur hava, at bingjuplássini eru mitt í bygdum øki.
Hann sigur, at trupulleikar hava ikki verið av bingjuplássunum, sum eru í bygdum øki.
Bingjuplásini eru ikki uppá nakran máta eitt ruskpláss.
Bingjurnar eru sum ruskposin heima við hús, sum stendur á einum nossligum staði og sum skal tømast ofta og regluliga, og ikki er til ampa fyri tey, sum búgva í húsinum. Eins og ruskposin við hús, skulu bingjurnar tømast ofta og regluliga.
Og fer tað at lukta, ella er tað á annan hátt til ampa, er tað eitt tekin um, at bingjurnar verða ikki tømdar nóg ofta, og so er tað eitt krav, at tær verður tømt oftari. Tær skulu tømast so ofta, sum neyðugt.
Jacob Pauli Joensen sigur, at hava fólk ampa av teimum, hava tey altíð møguleikan at kæra, og so málið tikið upp.