Klokkan 17.45 fer týski dómarin Harm Osmers at bríksla fyri fyrstu ferð á Tórsvølli. KÍ eigur í Europa Conference League heimadyst ímóti Olimpija Ljubljana úr Slovenia. Eftir tvey tey fyrstu umførini hevur KÍ eitt stig á kontuni. Tað varð vunnið fyri trimum vikum síðani, tá ið heimadysturin ímóti Lille úr Fraklandi endaði 0-0. Olimpija Ljubljana hevur einki stig vunnið í tveimum teimum fyrstu umførunum. Í fyrsta dystinum tapti slovenska liðið 2-0 á útivølli ímóti Lille, og so endaði tað við 1-0 heimatapi ímóti Slovan Bratislava.
Á FIFA styrkislistanum, sum er kunngjørdur í dag, er Slovenia nummar 54, og Føroyar eru á 135. plássi. Tá er talan um styrkina hjá landsliðum. Í sambandi við dystin í kvøld er tað áhugavert at síggja, hvussu feløgini eru styrkismett, og sambært tí listanum hjá UEFA eigur KÍ hægri styrkistal enn Olimpija Ljubljana. Styrkistalið verður roknað út frá úrslitunum fimm tey seinastu árini.
Sambært yvirlitið, sum fevnir yvir kappingarárini 2019/2020 og fram til 2023/24, er KÍ á 169. plássi, meðan Olimpija Ljubljana er nummar 184. Veddingarfeløgini rokna Olimpija Ljubljana at vera favoritt at vinna í kvøld, men tað verður ikki roknað við, at gestirnir eru stórfavorittar.
Í KÍ leguni kom tað illa við fyrrapartin at frætta, at verjuskansin Odmar Færø er sjúkur, og at tað tí er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla í kvøld. Heini Vatnsdal, sum ikki hevur verið tøkur nógvu tær seinastu vikurnar, er tøkur aftur. Hann hevur ikki verið í dysti síðani hann 31. august breyt bein í fótinum. Tað var í útidystinum í Europa League ímóti Sheriff í Tiraspol í Moldova.
Annars eru allir hinir KÍ spælararnir tøkir uttan Jonn Johannesen, sum ikki hevur verið á vøllinum síðani 27. august, tá ið hann lítla løtu undan leikloki varð skiftur inn og skoraði 3-2 sigursmálið í heimadystinum ímóti EB/Streymi. Brotið bein í fótinum er orsøkin til, at Jonn ikki hevur verið á vøllinum síðani síðst í august.