Yvirfyri Gudi eru vit øll líka, men so er alt sagt. Vit eru ikki øll eins. Tað er munur á fólki. Samfelagið tørvar okkum øll, men vit eru ikki øll líka virkismikil fyri samfelagið.
Fiskimaðurin og flakakvinnan eru tey týdningarmestu fólkini í føroyska samfelagnum. Hesi eru tey, sum skapa virðini, sum øll onnur njóta gott av.
Tað er mær ófatuligt at hoyra, hvussu fólk í tryggum, yvirbetaltum almennum størvum í Tórshavn hóreiggja sær av uppskotinum at geva fiskimonnum ein skattalætta.
Eg meti meg sjálvan ikki til hálvan skógv við ein fiskimann í Sandoynni í samfelagsvirði, og hevði eg ikki havt ilt av, um hann so fekk 25% í skattalætta. At vera fiskimaður er eitt hart knoss, sum slítur ein niður likamliga. Og ikki er tað heldur ein dansur á rósum hjá einari flakakvinnu at standa í dagavís við reinskeriborðið við haldi í rygginum, móð í knøunum og ikki at gloyma tíðarmerktu sjúku síni, at passa sítt arbeiði í larmi og gjóstri.
Øll skul hava tað sama verður sagt. Hví fær so ein fiskimaður ikki tað sama í løn sum ein tænastumaður í Føroyum fær?
Sannleikin er tann, at í Føroyum er eitt andskramiligt órættvíst stættasamfelag, har 55% av fíggjarlógini fer at gjalda ein av heimsins størsta óproduktiva almenna sektor.
Skatturin má vera høgur, fyri at gjalda alt hetta marglæti av almennum aðalstjórum, undirstjórum, fulltrúum, almennum farloyvum, og fyri ikki at tosa um allar pedagogarnar, sum hava tað so ringt??
Ein útholað skipan, sum verður útnyttað á skammiligan hátt!
Ein eigur ikki at gjalda meira enn 30% í skatti, tá verður aftur trivnaður. Hetta krevur tó, at almenni sektorurin verður minkaður eina helvt.
Men tað er nokk burturvið at ímynda sær hetta, nú næstan alt á landi situr á almennu greinini við sínum yvirhøvur óproduktiva arbeiði.
Eg unni so hjartaliga fiskimonnum skattalættan. Tá hann er rýmdur av landinum, verður øskukalt.
Tórur Johannessen