Tað eru fleiri útróðrarbátar og meira fiskur at fáa

Fleiri limir í Suðurstreymoyar Útróðrarfelag siga seg ikki kenna aftur, at tað skal vera so lítið av fiski til, sum Havstovan metir. Felagið hevur júst havt aðalfund.

 

Í gjár, 12. januar, var aðalfundur í Suðurstreymoyar Útróðrarfelag. Møttir vóru 27 limir sum má sigast at vera stak góð uppmøting. Fundurin varð hildin í matstovuni, Barbara.

 

Formaðurin, Jógvan  Trondesen Andreasen, bjóðaði vælkomin og greiddi frá virkseminum farna ári. Felagið er sera virkið, og limatalið er munandi økt seinastu árini.   

 

- Av øllum virkseminum kunnu vit serliga nevna okkara góða samstarv við Tórshavnar havn og ymiskar landsstovnar og myndugleikar:

•    Tórshavnar Havn (TH) hevur nú endaliga yvirtikið kranan, sum felagið átti, og kranin er fluttur til meira hóskiligt pláss.

•    TH hevur dagført meginpartin av egningarskúrunum á Ísmolanum.

•    TH skal seta upp felags gogguknúsara og skipa økið betur. Allir útróðrarbátar kunnu brúka knúsaran.

•    Vit hava havt samskifti við TH um privatbygging av skúrum á Argjum.

•    Eftir samskifti við Effo er nýggj oljupumpa sett upp á Argjum.

•    Vit hava samskift við við Vørn og Landsverk um, at aldumátarar og mátistøðir alt ov ofta eru óvirknir og vit skilja, at hesir myndugleikar við stórum álvara arbeiða við at betra um hesi viðurskifti sum hava sera stóran týdning fyri útróðrarflotan.

•    Vit hava eitt sera gott samstarv við móttøkufelagið Barðið, har meginparturin av okkara fiski verður avreiddur. Í løtuni verður samskift um, at vit møguliga kunnu avreiða ókruvdan fisk í samband við komandi várfiskiskapin á Norðhavinum.

 

Suðurstreymoyar Útróðrarfelag hevur havt nógv samskifti við landsmyndugleikarnar um viðkomandi viðurskifti. 

 

- Eitt nú hava vit mælt til, at øll før skula hava AIS (eins skipan, sum ger, at øll kunnu síggja, hvar bátarnir eru staddir til eina og hvørja tíð).

 

Felagið heldur, at hetta hevði betrað munandi um trygdina.

 

- Vit vóna, at hetta gerst veruleiki skjótt.

 

Felagið hevur eisini gjørt vart við sína stóru misnøgd um, at krøvini til smærru útróðrarbátarnar í samband við veiði á Føroya Banka vórðu so nógv herd beint fyri vertíðina, at fleiri bátar ikki sluppu út á Bankan.

 

- Vit hava samskift nógv við Vinnumálaráðið um teirra nýggju ætlan um sýn av bátum í bólki 5A (sum flestu limir okkara eru í). Vit halda, at hesi krøv eru alt ov umfatandi og raka skeivt.

 

Felagið heldur, at um bátar skulu sýnast á hendan hátt, so eigur hetta at vera galdandi fyri øll før á sama hátt, sum at Akstovan sjálvandi sýnir øll akfør – og ikki bert nøkur fá.

 

- Vit halda okkum at vera hoyrd í hesum og hava fingið lyfti um, at krøv og mannagongdir skulu endurskoðast.     

 

Á aðalfundinum varð eisini grannskoðaður roknskapur lagdur fram.

 

- Tað gongur væl fíggjarliga hjá felagnum. Vit kunnu nevna, at inntøkurnar eru øktar meira enn 100% seinasta árið, og okkara inntøkur eru beinleiðis knýttar at avreiðingavirðinum hjá limun okkara, so hettar merkir, at bátarnir hava selt fyri meira enn tað dupulta í mun til í fjør.

 

Felagið vísir á, at hetta partvís kemur av, at tað eru fleiri bátar og partvís tí, at fiskiskapurin hevur verið góður. Fleiri limir søgdu, at teir ikki kenna aftur, at tað skal vera so lítið av fiski til, sum Havstovan metir.

 

Nevndin varð øll afturvald, og skipaði hon seg soleiðis:

•    Jógvan Trondesen Andreasen,  formaður

•    Ragnar Hentze, næstformaður og kassameistari

•    Sámal Lindenskov, nevndarlimur

•    Doru Tiberiu Á Torvlaðnum,  tiltakslimur.

 

Eftir formella aðalfundin, varð borðreitt við langtíðarstoktum feskum føroyskum lambsbógvi.

 

- Matstovan Barbara fekk nógv rósandi orð fyri sera vælsmakkandi kjøtið, sum var komið úr Kirkjubø, siga tey í Suðurstreymoyar Útróðrarfelag.