Nýggjar tíðir í Koltri

Eftir at hava brent torv, kol og olju seinastu nógvu 100 árini, er nú skift til jarðhita

- Nú eru nýggjar tíðir í einum av Føroya elstu býlingum, Heima í Húsi. Eftir at hava brent torv, kol og olju seinastu nógvu 100 árini, er nú skift til jarðhita. 

 

Soleiðis verður sagt á Facebook-vanganum, Koltur í dag. 

 

Av tí, at einki boritorn kann koma út í oynna, eru grivnir stívliga 400 metrar av slangu umleið ein metur niður í lendið.

 

- Nú hevur skipanin koyrt í nakrar dagar, og higartil eru vit á einari heilt góðari leið, sum sagt verður á Facebook-vanganum.

 

Lagt verður aftrat, at talan er um upphiting og brúksvatn til tey bæði húsini, Uppi í Búð og Niðri í Húsi.

 

- Uppi í Búð virkar í dag sum eitt savn, og Niðri í Húsi húsast granskarar, tá tey eru í oynni.

 

##med2##

 

Í Facebook-vanganum halda tey, at verkætlanin við jarðhita er spennandi, og tey hava havt veitaran, Demich, at hjálpt teimum við nýggju hitaskipanini.

 

##med3##

 

 

 

 

 

Stívliga 400 metrar av slangu eru grivnir niður í lendið - umleið ein metur niður í moldina