Tað eydnaðist ikki B36 at vinna í fyrstu royndini í ár í Europa Cup. TNS úr Wales hevur í kvøld í oysandi regni á Tórsvølli vunnið 2-1, eftir at hálvleiksstøðan var 1-1. Sigursmálið varð skorað í 90. minutti.
Tað er ikki ómøguligt hjá B36 at venda gongdini týskvøldið, tá ið dysturin verður í Wales, men úrslitið í kvøld og dystargongdin ber boð um, at tað verður TNS og ikki B36, sum fer at halda fram í kappingini.
B36 spældi væl í løtum, og í 2. hálvleiki hevði Hans Pauli Samuelsen risa møguleika at leggja B36 framum eftir fínt innlegg frá Lukasz Cieslewicz, men málverjin bjargaði til horna.
B36 legði seg framum tíðliga í 1. hálvleiki, tá ið Hans Pauli Samuelsen skoraði eit sindur úr vinstru eftir innlegg úr høgru. Tveir minuttir seinni stóð aftur á jøvnum.
Fram ímóti steðginum gekk tað mesta fyri seg millum brotsteigarnar. B36 hevði trupulleikar á síðsta triðinginum, meðan tað í løtum gekk væl við samanspælinum aftari á vøllinum.
Eftir steðgin legði B36 bragdliga fyri, men tað spurdist ikki stórir málmøguleikar burturúr. TNS menti seg so, og Tórður Thomsen framdi risa bjarging.
Síðstu løtuna hevði B36 hug at spenna álopsbogan. Tað eydnaðist ikki at skora, og so var tað í evstu løtu, at TNS skoraði sigursmálið og við sigri og tveimum málum á útivølli styrkti nógv um sín møguleika til týskvøldið á heimavølli at spæla seg víðari í europeisku meistarakappingini.
Odmar Færø var sannur brandur í B36 verjuni, og Lukasz Cieslewicz var eyðsýndur longri frammi á vøllinum. Yngri Cieslewicz beiggin, Adrian, var framrættaður á TNS liðnum, inntil hann í eitt korter undan leikloki varð skiftur út.
B36-TNS 1-2 (1-1)
1-0: Hans Pauli Samuelsen 7.
1-1: Quigley 9.
1-2: Wilde 90.
B36: Tórður Thomsen - Høgni Eysturoy, Andrias H. Eriksen, Odmar Færø, Benjamin Heinesen - Róaldur Jakobsen (Alex Mellemgaard, 82.), Eli F. Nielsen - Jákup á Borg (Gestur Bogason Dam, 62.), Hanus Thorleifsson (Pætur Petersen, 91.), Hans Pauli Samuelsen - Lukasz Cieslewicz
Gult kort: Benjamin Heinesen, Eli Falkvard Nielsen
Venjari: Eyðun Klakstein
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Trúgvi Askham, Bjarni Petersen, Hørður Askham, Hannes Agnarsson
TNS: Paul Harrison - Simon Spender, Kai Edwards, Connell Rawlinson, Chriss Marriott - Aeron Edwards, Christian Seargeant, Sam Finley (Matty Williams, 81.) - Adrian Cieslewicz (Jamie Mullan, 75.), Michael Wilde, Sott Quigley (Greg Draper, 84.)
Gult kort: Connell Rawlinson, Scott Quigley
Venjari: Craig Harrison
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Chris Mullock, Phil Baker, Jamie Reed, Alex Darlington
-
LIÐUGT
3 minuttir lagdir aftrat.
90. min.
1-2: Wilde
Eftir innlegg úr høgru frá Williams heilfluktar Wile í kassan.
Hanus Thorleifsson er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Pætur Petersen.
88. min.
Eli Falkvard Nielsen sær gult fyri fríspark, sum var neyðugt at gera, tá ið B36 misti í verjustøðu dygst uttanfyri brotsteigin. Einki spyrst burturúr eftir frísparkið.
87. min.
Sera tætt og spennandi, og í B36 iðra tey seg framvegis um, at tað ikki eydnaðist Hans Paula Samuelsen at skora, tá ið hann fyri løtu síðani var í so framúr góðari støðu!
85. min.
Eftir innleggið er tað sera vandamikið, men Tórður Thomsen fær fatur á bóltinum.
Draper verður skiftur inn í staðin fyri Quigley.
84. min.
Quigley tiltuskar sær fríspark á brotsteigarmarkinum í vinstru.
82. min.
Alex Mellemgaard, sum einki hevur spælt higartil í ár, verður skiftur inn í staðin fyri Róald Jakobsen.
Williams avloysir Finley hjá TNS.
81. min
Hans Pauli Samuelsen roynir seg við frísparki úr 24 metrum, og bólturin fer upp um manngarðin, men eisini omanfyri málið.
80. min.
Tað er sera lívligt og tætt, og bólturin ferðast skjótt úr øðrum endanum og í hin.
77. min.
TNS hevur tvey horna, men tað spyrst einki burturúr, og tað endar við B36 málsparki.
76. min.
Benjamin Heinesen sær gult fyri fríspark.
75. min.
Adrian Cieslewicz verður skiftur út við Mullan.
73. min.
Størsti B36 møguleikin í 2. hálvleiki. Eftir framúr skjótálop legði Lukasz Cieslewicz flatt innfyri úr høgru, og eitt vet til vinstru royndi Hans Pauli Samuelsen seg úr brotsteiginum, men málverjin bjargaði til horna.
72. min.
TNS er framvegis vandamikið og gestirnir tiltuska sær okkurt horna. Men B36 er væl við, og eftir fleiri snildar sneiðingar var um reppið, at Lukaz Ciesslewicz skoraði.
71. min.
B36 leggur meiri fyri í álopsspælinum, verjuspælararnir eru fremri, enn teir hava verið, og nú var Hans Pauli Samuelsen í góðari støðu, men bólturin varð taklaður út til horna.
69. min.
Tað oysregnar, men annars eru líkindini góð at spæla fótbólt. Áskoðararnir sita turrir undir taki.
66. min.
Nú hevur TNS sett seg orduliga á spælið. B36 er undir trýsti, men higartil hevur B36 verjan við Odmar Færø á odda megnað at staðið ímóti.
63. min.
Jákup á Borg fer av vøllinum, og í hansara stað kemur Gestur B. Dam.
61. min.
Adrian Cieslewicz er eyðsýndur á TNS liðnum. Nú royndi hann seg við skoti úr 21 metrum, men bólturin sigldi omanfyri tvørtræið.
60. min.
So var um reppið, at B36 spældi seg til risa møguleika, tá ið Lukasz Cieslewicz og Hans Pauli Samuelsen samanspældu, men ein long verjutá syrgdi fyri, at einki spurdist burturúr.
55. min.
Tað er nógv meiri lív í, enn tað var í 1. hálvleiki. B36 spælir væl, men tað er TNS, sum spælir seg til bestu møguleikarnar.
53. min.
Eftir at vera spældur púra leysur mitt fyri roynir Wilde seg, men Tórður Thomsen bjargar sera væl.
50 min.
Quigley sær gula kortið fyri fríspark ímóti Eli F. Nielsen.
48. min.
B36 hevur lagt bragdliga fyri eftir steðgin, og Hans Pauli Samuelsen hevur havt roynd úr 22 metrum. Eyðun Klakstein hevur ivaleyst sagt við sínar menn í steðginum, at vit hava einki at tapa, og tí ræður um at vera skilagóðir og at tora at spæla.
HÁLVLEIKUR
1-1
TNS hevur verið eitt vet omaná, og salisiska liðið hevur havt vandamiklastu møguleikarnar. B36 samanspælið hevur í løtum verið gott. Stóri trupulleikin hevur verið at fáa tyngd og brodd í álopspartin.
45. min.
Dómarin hevur lagt ein minutt aftrat 1. hálvleiki.
42. min.
Rawlinson sær gult fyri fríspark ímóti Lukasz Cieslewicz.
40. min.
Sera gott B36 samanspæl í langa løtu og eisini frammarlaga á vøllinum, men tað knípir hjá B36 at tiltuska sær málmøguleikar.
37 min.
At walisarnir liggja so tættir í mótstøðumonnunum ber við sær, at tað er sera torført hjá B36 at mynda samanspæl á mótstøðuhálvuni og harvið at fáa brodd og tyngd í álopspartin.
34 min.
Sera gott B36 álop, sum endar við, at Jákup á Borg roynir seg úr 23 metrum, men bólturin fer við síðuna av málinum.
30. min.
B36 hevur havt bóltin nógv, og samanspælið hevur verið gott, men tað gongur striltið at spæla seg til málmøguleikar. Besta møguleikan hevði TNS í skjótálopið, tá ið Spender royndi seg við skoti eitt sindur úr høgru, men bólturin streyk framvið handara stólpanum.
23. min.
Tað mesta gongur fyri seg á miðjuni. B36 hevur ilt við at spæla seg í álopsstøður, og mótstøðumenninir kennast ikki hava so stóran skund at fara í álop. Teir eru nøgdir við støðuna.
20. min.
Síðstu løtuna hevur tað hingið betri saman aftur hjá B36, men talan hevur ikki verið um upplagdar málmøguleikar.
17. min.
B36 hevur ilt við at fáa tamarhald á spælinum. Odmar Færø kemur aftur á vøllin, og toran gongur!
14. min.
Odmar Færø liggur skaddur á vøllinum eftir nærdyst. Tað kemur illa við, tí Odmar er álitið í verjuni - serliga nú Hørður Askham orsaka av skaða ikki er tøkur.
12. min
Fyri B36 var tað sum pøs av vatni í andlitið, at TNS so skjótt javnaði til 1-1, eftir sera góðu B36 byrjanina. At fáa mál ímóti sær á útivølli í europeisku kappingunum er ikki tað besta.
9. min
1-1: Quigley
So er javnt á Tórsvølli. TNS vann bóltin á miðjum vølli, og eftir innlegg úr høgru og fluktskot var tað Quigley, sum so at siga á málstrikuni setti bóltin í málið.
6. min
1-0: Hans Pauli Samuelsen
Eftir innkast í høgru og innlegg frá Jákupi á Borg tamdi Hans Pauli Samuelsen eitt sindur til vinstru í brotsteiginum bóltin, og í aðru royndini setti hann bóltin í handara síðunetið.
Fínur inngangur fyri B36!
5 min.
TNS hevur eftir uppspæl í høgru og framlegging havt risa møguleika, men álopsspælarin megnaði ikki at temja bóltin, sum fór út av baklinjuni.
1min.
TNS er í reyðum troyggjum og svørtum brókum. B36 liðið er soleiðis klætt, sum tað plagar at vera.
B36: Tórður Thomsen - Høgni Eysturoy, Andrias H. Eriksen, Odmar Færø, Benjamin Heinesen - Róaldur Jakobsen, Eli F. Nielsen - Jákup á Borg, Hanus Thorleifsson, Hans Pauli Samuelsen - Lukasz Cieslewicz
Spælararnir eru komnir á vøllin. Seinnapartin hevur veðrið verið gott, men nú er tað grátt og myrkt í erva, og ælingarnir eru frekir. Tað sær út til, at tað kann verða rættuliga vátt.