- Tað g ongur spakiliga tann rætta vegin! Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Samráðingarnar um makrel-býtið halda nú fram á triðju viku. At samráðingarnar halda fram so leingi, skal takast sum tekin um, at partarnir fegnir vilja hava eina semju, sigur landsstýrismaðurin. Samráðingarnar um býtið av makrelinum halda fram í Bergen ídag, men trýst á pílina undir myndini og hoyr, hvat Jacob Vestergaard greiðir frá tí nýggjasta í samráðingunum. |