Tað hevur alt at siga at vera virkin

- Við at vera virkin, fungeri eg nógv betur, bæði likamliga og sálarliga. Eg eri lættari, vakni betri um morgunin og sovi betri um náttina, sigur Anja Hartmann Wardum

Hvat gert tú fyri at halda teg sunna?

 

- Eg havi altíð verið virkin í ítrótti, og eg hugsi eisini um, hvat eg eti. Nú skal eg ikki gera meg so heilaga, tí sjálvandi stígi eg eisini við síðurnar av.

 

Tað sigur Anja Hartmann Wardum. Hon vísir á, at nú hon er blivin meira tilkomin, er hon eisini farin at eta meira grønt.

 

- Ella, eg royni at eta okkurt grønt og salat hvønn dag, og eg merki, at tað ger mær gott.

 

Anja sigur, at hon roynir at vera aktiv hvønn dag - gongur túrar, ger heimavenjingar, og so er hon eisini farin at svimja á sjónum, og tað er tað besta, sigur hon.

 

- Annars haldi eg, at alt við máta helst man vera tað, sum er tað besta og sunnasta í longdini. Tað er mín filosofi, bæði innan mat, drekka og rørslu.

 

Anja Hartmann Wardum sigur, at eitt, sum hon altíð hevur lagt stóran dent á, er at fáa nokk av náttarsvøvni.

 

- Eg má hava mínar 7-8 tímar svøvn hvørja nátt - ella fungeri eg slett ikki í tí dagliga, viðgongur hon.

 

Hon heldur fyri, at tá svøvnurin fer út av lagi - ja, so fer alt út av lagi -  serliga matvanar, og tí er tað so umráðandi at fáa nokk av svøvni.

 

Hvønn týdning heldur tú, at rørsla hevur?

 

- Rørsla hevur sera stóran týdning fyri lívskvalitetin. Eri eg aktiv dagliga, havi eg tað nógv betur við meg sjálva. Tað ræður um at finna tann aktivitetin, sum passar til tín, tí tað skal verða gevandi.

 

Hon heldur fyri at tað, tú gert, skal geva meining, soleiðis at tú tímir at gera tað.

 

- Ert tú aktiv saman við onkrum, so kann tað verða nógv stuttligari og hugnaligari og kanska eisini lættari at koma avstað - ella upp úr sofuni. Eg haldi, at tað hevur alt at siga at vera aktiv dagliga.

 

Hevur tú tað betur likamliga og sálarliga við at vera virkin?

 

- Ja, so avgjørt.

 

Hon vísir á, at við at vera virkin, fungerar hon nógv betur, bæði likamliga og sálarliga.

 

- Eg eri lættari, bæði í sinn og skinn. Vakni betri um morgunin og sovi betri um náttina. Orkan er størri, og eg eri betri fyri í allar mátar, sigur Anja Hartmann Wardum.

 

(Í VikuskiftisSosialinum hesaferð, sum fæst til keyps í blaðsølunum, seta vit fokus á heilsu)