Hesi seinastu árini er tað vorðið heilt vanligt, at fólk fáa sær hitapott til hugna og vælveru, og serliga nú teir eisini fáast rættiliga bíliga, er hitapottur meiri ella minni ein natúrligur partur av hentleikunum í einum húsum. Tað er ymiskt, hvussu hesir hitapottar verða hitaðir upp, summir verða hitaðir við viði, nógvir brúka elorku, men so eru tað eisini nógvir, sum brúka gass. Og í gjár mundi ein hitapottur, sum brúkar gass, kostað tveimum ferðafólkum lívið.
Løgreglan sigur, at í gjár ringdi ein maður til tey, og søgdu, at tey vóru tvey, sum høvdu leigað eini hús, men at tey føldu seg so undarliga tilpass, tí tey vildu svíma. Tann, hann var saman við, hevði verið vekk, men var raknað við aftur, men sá út til at vilja svíma aftur - og sjálvur føldi hann seg rættiliga illa fyri. Hann greiddi løgregluni frá, at tað var ein hitapottur í kjallaranum, sum brúkti gass og hann hevði illgruna um, at har var okkurt galið.
Løgreglan sigur, at tey fingu boð um at sleppa sær á dyr, sum skjótast, og bæði sjúkrabilur, og løgregla vóru send á staðið. Og tá ið tey komu á staðið, kundu tey so staðfesta, at tað var ein gassleki frá hitapottinum, sum hevði gjørt, at tey vórðu so ússaligt.
Løgreglan sigur, at til alla lukku var hetta ímeðan tey vóru uppi og høvdu lagt merki til gasslekan. Men hetta kundi endað heilt galið, tí hevði hetta verið hent um náttina, ímeðan tey svóvu, høvdu tey nokk ikki vaknað aftur.
Ferðafólkini vórðu bæði flutt á sjúkrahús til eygleiðingar. Løgreglan sigur, at tað er ógreitt, hvar feilurin er. Men portørarnir fóru inn og fingu skrúvað gassfløskuna fyri og luftaðu út og síðani hevur løgreglan tikið myndir av allari installatiónini í eini roynd at finna feilin.
Og nú ávara løgreglan um hitapottar, og annað, sum brúkar gass, og sum stendur í tøttum rúmum, tí hetta er eitt dømi um, hvussu illa tað kann ganga. Løgreglan sigur, at tað er ógvuliga týdningarmikið, at gassfløskan verður skrúvað fyri, tá ið tað ikki verður brúkt, tí hol kann altíð koma á onkustaðni. Eitt nú hava tey verið úti fyri, at rotta hevur gnagað slangur til gassfløsku av.