Tað margfalda liðið

Teir flutu rundan um vrakið, teir vóru í yvirlivilsisdrakt. Slíkar hendingar hoyra vit um í okkara tíð. Tað var eitt undur, at nakar kom frá hendingini við lívinum, er ofta viðmerkingin

Nú um dagarnar hoyrdu vit um ein norskan fraktbát, sum gekk burtur í New Foundlandi. Ein maður, sum hevði flotið 20 tímar í sjónum, var ímillum teir, sum bjargaðust. Jú, hendingarnar eru nógvar, sum søgan veit frá at siga ígjøgnum ár og dag og roynt verður at forbetra bjargingarútgerðina so gott sum gjørligt hjá okkara siglandi fólki.

Skeið tykjast at vera stóra dillan í okkara tíð og tørvurin tykist vera stórur, sum skaptur verður um alt ímillum himmal og jørð. Guð viti hvussu ættarliðið undan okkum hevur klárað seg ígjøgnum lívið? Nú skal hvør sjómaður sendast á skeið eisini. Mundi hetta ikki kunnað verið gjørt best við, at skipari og stýrimaður sjálvir undirvístu mansskapinum, áðrenn loyst bleiv frá landi, og tað bleiv prógvað, tá mynstrað bleiv, at teir høvdu gjørt tað. Teir hava jú prógv í hesum sjálvir og eru nærmast veruleikanum umborð á sjálvum skipinum, sum teir skulu við, og so bleiv skattaborgarin spardur fyri fleirtals milliónir, sum tað kemur at kosta. Men hvat við teimum, sum ikki mynstra? Skal eitt eftirlit setast at ansa eftir hvørjum báti, sum loysir frá landi at spyrja, um viðkomandi hevur verið á skeiði?

Runt um í landi okkara eru varðarnir reistir, har vit møtast og við virðing minnast teir, sum ikki eru okkara millum meira, komu ikki aftur til lands av túri og nøvnini á varðunum eru mong, og tað legst til, sum árini ganga. Og vit mugu ásanna orðini, sum mangan verða havd á munni: eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gista skal. Hetta bleiv ein sannroynd hjá so mongum av okkara landsmonnum, men skaðin var nokk ikki so stórur, um ein kom at gista á einum fremmandum plássi við lívinum í behold. Verri var hjá teimum, sum máttu stara út í ódnarnáttina, har vónin fjaraði burtur sum tíðin leið og tað lýsti fyri degi, og eingin bátur sást koma aftur um nesið.

Nógv er broytt við útróðrinum her á landi síðan árararnar blivu lagdar inn og motorurin kom í staðin, nú eru ofta bara ein kanska tveir menn við hvørjum av teim smærru bátunum. Eingin veit frá einum at siga, er gamalt orðatak, og tað hava vit tíverri eisini sannað í okkara tíð.

Jesus fylgi tær, er ein gomul heilsan, sum teir flestu fingu við sær á leiðini og mundi hendan heilsan vera dýrabarari enn tað, sum ein annars hevði við sær í skjáttuni.

Alla halganna sunnudag minnast vit øll tey, sum eru farin í árinum og ásannast má, at tað var ikki elli, sum øll eru deyð av, men vanlukkur av ymiskum slag gera seg galdandi eisini, ikki minst á teim góðu vegunum og tá kennist tað svárt hjá nógvum, sum varða av slíkum ólukkum og tað standa so nógv ósvarað, hví tað so skuldi verða.

Mangan verður lívið samanborið við eina ferð yvir lívsins hav, og hvør kennir ikki sannleikarnar í tí dýrabara sanginum: Eg sigla man yvir lívsins hav, meg ber hin skiftandi bylgja. Eg minnist hvøllar røddir í lugarinum ella í messuni, tá hesin sangur bleiv sungin, allir sungu við av hjarta, meðan skútan helt ferð sína yvir tíðarinnar hav, mest kærur er sangurin á heimleiðini: Lat akker falla eg náddi havn, farvæl tú ótrygga bylgja.

Tað var kanska befríandi fyri manga, sum hevði tað tungt á lívsleiðini, tá akkerið fall, havnin var nádd, ferðin endað, kvirran valdaði í havnini tá akkerið festi botn, stormarnir, sum mangan gjørdu ferðina torføra, vóru av, mjørkin, ivin, kuldin, támi, sum tíðum tók landkenni frá eygunum, var burtur, havnin var nádd.

Mær er sagt um ein stað handan támið, tað er um henda stað Alla halganna dagur vísur okkum á, øll tey, sum settu kós her í lívinum móti Himli, ein óteljandi hvítur skarði, sigur Jóhannus okkum frá, Opinb. 7-9. Har verður ein móttøka uttan líka í staðnum halga. Mátti hetta borið okkum øllum ugga og troyst, sjálvt um ferðin mangan kennist baldrut, tá brotini hótta við at fjala okkara lívsfar, men hava vit Harran við í bátinum, sum siglir yvir tíðarinnar hav, kma vit trygt inn í havnina góðu.


     Malmberg D. Olsen