Tað sær ljóst út hjá TB

Meðan EB/Streymur stríðist fyri at sleppa av aftasta plássi, so er TB langt frá hóttanini av niðurflyting

Tað er jóansøka á Tvøroyri, og síðsti dysturin í hesum umfarinum og undan summarsteðginum í Effo deildini er stevnudysturin við Stórá, har TB klokkan 18 í kvøld fær vitjan av EB/Streymi. Í fyrrakvøldið vann FC Suðuroy eitt stig á útivølli ímóti ÍF. Harvið eru tað átta stig og verri málmunur frá EB/Streymi og fram til áttanda plássið.

Úrtøkan burturúr seks teimum seinastu umførunum hjá EB/Streymi er einki stig við málmuninum 2-22.

Liðformaðurin Niels Pauli Danielsen vil ikki leggja kongin:

-Tað hevði verið kærkomið at vunnið trý stig, nú vit eru á veg í summarfrí. Vit arbeiða hart, og lagið er framvegis gott.

Fleiri spælarar eru ikki tøkir í dag: Leif Niclasen og Tóki Johannesen eru skaddir, Jóhannes Hansen er skaðadarvaður og harvið ivasamur, og Arnar Dam er burturstaddur.

 

TB hevur megnað javnleik ímóti HB – tvær ferðir – Víkingi, KÍ og NSÍ. Tað eru átta stig niður til strikuna, og við favoritsigri í kvøld verður alt tos um hóttanina av niðurflyting manað í jørðina. Undan stevnudystinum eru tað átta stig og betri málmunur aftur til AB, ið er á níggjunda plássi.

-Avrikið í Runavík var fínt. Vit eru illa plágaðir av skaðum og gleða okkum til summarsteðgin. Ungu menninir, sum hava fingið møguleikan, hava tikið av, og eftir summarsteðgin verður kappingin um plássini uppaftur størri, tá ið skaddu spælararnir vera tøkir aftur, og tá vit eisini fáa onkran aftrat at hjálpa okkum, sigur Páll Guðlaugsson.

Heini M. Mortensen er tøkur aftur, meðan Arthur D. Poulsen og Albert Adu framvegis eru skaddir.

TB-EB/Streymur: Páll Augustinussen klokkan 18.00.