Tað skal vera ókeypis hjá øllum at fara í hagan

Munur skal ikki gerast á føroyingum og útlendingum – men aðrar avmarkingar skulu gerast

Sum heild skal tað vera ókeypis hjá fólki at faa í hagan. Tað halda tey í Framsókn. Framsókn hevur havt ársfund og ein niðurstøða á fundinum er, at tað er átrokandi at loysa málið um rættin at fara í hagan. Og teirra sjónarmið er, at tað skal vera ókeypis.

 

– Munur skal ikki gerast á føroyingum og útlendingum, men kortini skal mark setast ímillum privata gongu í haganum og vinnuligt virksemi.

 

– Har gongd í haga er partur av vinnuligum virksemi, skal ágóðin koma økinum til góðar. Har serliga nógv fólk vitja, og har tað annars er neyðugt, skulu avmarkandi tiltøk setast í verk til frama fyri íbúgvarnar, seyðahald og djórahald annars, náttúruna og umhvørvi, halda tey í Framsókn.

 

Landsins leiðsla má koma til eina niðurstøðu um, hvussu vit skipa gongd í haga, ikki bara við ferðavinnuni fyri eyga, men eisini fyri føroyingar, sum ganfa í haganum. Ferðavinnan er eitt íkast til búskapin og skapar størv og virksemi kring alt landið, eisini har tað annars er avmarkað virksemi. Tí eiga vit at skapa henni karmar, soleiðis at vit best liva av og liva við ferðavinnuni, er niðurstøðan hjá Framsókn.

 

Í nevndini í Framsókn eru nú Ruth Vang, forkvinna, Hanna Jensen, næstforkvinna, Bjarni Kárason Petersen, Karlot Hergeirsson og Kristian Clementsen fyri ungdómsfelagið frá Framsókn, Framsøkin Ung Tiltakslimir eru Hákun Andreasen, Høgni Reistrup, Jóan P. Jespersen, Oda Andreasen og Sunneva H. Eysturstein.