Í gjár var fyrsti dystur í tí, sum eitur 20. umfar í bestu landskappingini. Støðutalvan vísir, at tvey lið hava spælt 19 dystir, og at øll hini hava spælt færri dystir. HB hevur bara spælt 16 dystir. At tað ikki er samsvar millum tal av dystum hjá liðunum og umførini kemst av, at fleiri dystir eru útsettir. Orsøkin til, at dystir vórðu útsettir, var korona, europeiska luttøkan og so var jóansøkudysturin millum TB og EB/Streym útsettur, tí broytingar vórðu gjørdar í siglingini hjá Smyrli.
Í dag eru fýra dystir í fremstu deildini. Suverena oddaliðið fær í Klaksvík vitjan av TB, sum er væl aftast. Í Eysturoy eru tríggir dystir, sum fara at hava stóra ávirkan í kappingini um at vinna heiðursmerki og pláss í Europa og á vánirnar at sleppa undan niðurflyting.
Fyrsti dysturin í 20. umfari var í gjár, tá ið B36 við 2-1 sigri lyfti seg – fyribils – fram á heiðursmerkja, og sigursrøðin hjá B68 var av í hesum umfari. B68 hevði undan tapinum í Gundadali í gjár vunnið fýra ferðir á rað.
Líkindini at spæla fótbólt vera góð. Tað er mest sum stilli, og seinnapartin vera tað 11 hitastig.
KÍ – TB: Rúni Gaardbo kl. 15.00
ÍF – 07 Vestur: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00
Víkingur – HB: Eiler Rasmussen kl. 15.00
NSÍ – EB/Streymur: Rúni Olsen kl. 17.00
Í gjár
B36 – B68 2-1 (1-0)
1-0: Uros Stojanov 26.
2-0: Bjarki C. Nielsen 65.
2-1: Karstin Clementsen 93.
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen
B36: Mattias Lamhauge – Benjamin Heinesen, Lukas S. Enevoldsen, Andrias H. Eriksen (Bjarni Petersen, 76.), Alex Mellemgaard – Mathias Thrane, Magnus Holm Jacobsen (Ragnar Samuelsen, 83.) – Sebastian Pingel (Bjarki C. Nielsen, 65.), Andrass Johansen, Hannes Agnarsson – Uros Stojanov
Gult kort: eingin
Venjari: Dan Brimsvík
B68: Rói Mørk Hentze – Aleksandur Ó. Jensen, Áki Johannesen, Chris Jastrzembski, Bárður Ó. Jensen – Tonni J. Thomsen (Ari Johannesen, 83.), Jann Ingi Petersen (Haraldur R. Højgaard, 73.) – Esmar P. Clementsen, Lukasz Cieslewicz, Andri Benjaminsen – Fríði í Túni Petersen (Karstin Clementsen, 54.)
Gult kort: eingin
Venjari: Øssur Hansen
KÍ | 18 | 16 | 2 | 0 | 69 | 6 | 50 |
Víkingur | 18 | 12 | 4 | 2 | 37 | 17 | 40 |
B36 | 19 | 9 | 7 | 3 | 34 | 18 | 34 |
HB | 16 | 10 | 3 | 3 | 50 | 12 | 33 |
NSÍ | 19 | 8 | 5 | 6 | 33 | 28 | 29 |
B68 | 19 | 5 | 3 | 11 | 23 | 48 | 18 |
07 Vestur | 18 | 5 | 2 | 11 | 23 | 55 | 17 |
EB/Streymur | 17 | 4 | 3 | 10 | 15 | 33 | 15 |
ÍF | 17 | 3 | 3 | 11 | 17 | 43 | 12 |
TB | 17 | 0 | 2 | 15 | 8 | 49 | 2 |