Tað stendur rimmarfast at tunlarnir skulu gerast

- Og tað er næstan óðamannaverk, IKKI at gera tunnil til Suðuroyar eisini

Tað stendur rimmarfast, at Eysturoyatunnilin og  Sandoyartunnilin skulu gerast, soleiðis sum allir flokkar á tingi eru samdir um.

 

Tað staðfestir Ingolf S. Olsen, tingmaður fyri Tjóðveldi.

 

Í farnu viku skiftu tey í Løgtinginum orð um ætlanina at gera undirsjóvartunnil í Eysturoy og í Sandoy. Tað hendi eftir at Heðin Mortensen tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevði spurt Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum, um nøkur nyggj kostnaðarmeting eg gjørd av Eysturoyarunlinum.

 

Tað er ongin kostnaðarmeting gjørd, men Ingolf S. Olsen sigur, at tunlarnir skulu gerast, bæði Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.

 

- Tað skal standa rimmarfast, at tunlarnir skulu gerast, soleiðis sum politiska semjan er, og sum samgongan hevur staðfest, sigur hann

 

Hinvegin heldur hann, at ein høvuðsorsøk til at gera Sandoyartunnilin er, fyri at fáa fast  samband við Suðuroy eisini. Sjálvandi skulu vit halda fram til Suðuroyar, sigur hann.

 

- Tað vildi næstan óðamannaverk ikki at gera suðuroyartunnilin eisini, nú vit brúka so nógvar pengar upp á Sandoyartunnilin. Gera vit ikki tað, stúri eg fyri, at eisini Suðuroy fer so spakiliga at avtoftast, sigur Ingolf S. Olsen.

 

Henrik Old vísir á, at hava vit borað tunnil til Sandoyar, eru vit komin rættiliga væl ávegis til Suðuroyar. 

 

- Og vit eru ikki liðug, fyrrenn vit hava fingið fast samband við Suðuroyar eisini, sigur hann

 

- Tá ið Sandoyartunnilin er liðugur, eiga vit tí at fara víðari til Suðuroyar og fáa fast samband við Suðuroynna.

 

Hann heldur, at tað er ein verkætlan, vit róliga kunnu fara í holt við. Verða slakir 5000 suðuroyingar, og allur farmurin til og úr oynni, festir upp í verkætlanina, fer tað sum heild at lætta munandi um fígginginga, sigur landsstýrismaðurin.  

 

Fleiri tingfólk eru sannførd um, at Eysturoyartunnilin er ein fortreyt fyri at Sandoyartunnilin verður gjørdur, tí hann er so dýrur, at inntøkurnar frá Eysturoyartunlinum mugu brúkast til at fíggja hann.

 

Hanna Jensen tekur undir við, at sandoyartunnilin er ein partur av farleiðini til Suðuroyar og at tað sostatt er gongd í tí málinum, soleiðis at vit ikki longur skulu togast um tær íløgurnar.

 

Jacob Vestergaard er ikki samdur í at Eysturoyartunnilin er ein fortreyt fyri Sandoyartunnilin Hann heldur, at tað er tær beru undanførslur, tí tað verða undir øllum umstøðum allir føroyingar, sum skulu rinda allar tunlarnar, sama, hvørjir tunlar verða gjørdir.