Seinnapartin í morgin verður barnafagnaður í Sundalagnum.
Undir heitinum, Saman í felag ísenn, fara tey at fagnað sær sjálvum í einum skapandi umhvørvi, siga tey í skrivi í morgun.
Við skótum á odda, fara tey øll í skrúðgongu klokkan 15 frá Margáum til Kráir.
- Bæði børn og vaksin fara skrýdd gjøgnum bygdirnar. Tað verða arbeiðsmenn, fótbóltfjepparar, Frozen fjeppara, bilafjepparar, minecraftfjepparar og mangt mangt annað, siga tey
Við Kráir verða framløgur, framsýningar og upplivilsi av ymiskum slag og høvið verður at síggja hvussu ymsar verkætlanir eru vorðnar til.
Á parkeringsøkinum verða ymisk akfør at síggja so sum Politibilur, brandbilur og ymiskar maskinur.
Fyrireikararnir siga, at børnini fara sjálvi at bjóða vælkominm og annars vera tey eisini frásøgufólk, tey fara at spæla sangleik og at syngja á pallinum. Klovnurin Bubu og Jógvan fara at undirhalda og syngja og at enda fara Silja og Teitur at syngja nøkur løg.
- Tað verður litfagurt, larmandi og stuttligt, siga fyrireikararnir.