Tað verður rimmar dystur í Klaksvík á ólavsøku

Hóast hitastigini vóru 32, so hildu klaksvíkingar høvdið kalt á Balkan, og nú er KÍ favorittur at vinna seg víðari í kappingini

Tað verður eingin landskappingardystur í Gundadali teir báðar ólavsøkudagarnar. Tað kemst av, at B36 fer at spæla uttanlands í europeiskari kapping, og at Víkingur, sum eigur landskappingardyst ímóti HB, eisini verður uttanlands.

 

Í kvøld hevur KÍ við megnaravriki og úrsliti suðuri á Balkan syrgt fyri, at tað er lagt upp til rimmar fótbóltsdyst mikukvøldið 27. juli.

 

Í kvøld hevur KÍ í 32 hitastigum og á skróvturrum grasvølli megnað málleysan javnleik í Montenegro ímóti Sutjeska.

 

Umstøðurnar vóru torførar, men KÍ gjørdi sær á ongan hátt fyri skommum. Talan var um so sera gott avrik. KÍ spælararnir vístu seg at orka í minsta lagi eins væl og heimamenninir, KÍ spælararnir stóðu einki aftanfyri mótstøðumenninar í styrki, skjótleika og orku, og so var KÍ liðavrikið skilabetri og meiri trimmað, enn avrikið hjá heimaliðnum var.

 

Millum javnlíkar gingu Jóannes Bjartalíð og Jákup B. Andreasen undan. Jóannes arbeiddi sum ein hestur og hevði samstundis yvirskot at vera hugflogsríkur í framrættaða partinum og legði fleiri góðar sendingar í brotsteigin, og Jákup B. Andreasen var saman við Deni Pavlovic á sentrala miðvøllinum meistari í at binda liðið saman og at syrgja fyri javnvágini.

 

Mathias Rosenørn í KÍ málinum hevði í fyrra hálvleiki eina bjarging eftir langskot. Í seinna hálvleilki var tað ikki fyrr enn í teimum fimm minuttunum, sum dómarin legði aftrat við drekkisteðgin, at hann bjargaði eftir innlegg úr høgru og stútara við handara stólpa. KÍ málverjin var heldur partur av fótbóltsspælinum, tá ið skilagóðu liðfelagarnir spældu seg úr trongum og viðhvørt opnaðu spælið við at spæla aftur til málverjan.

 

Røsku klaksvíkingarnir spældu seg til góðar málmøguleikar, og í evstu løtu var tað um reppið, at KÍ liðformaðurin skoraði sigursmálið, tá ið hann við heilfluktara úr 18 metrum og mitt fyri sendi bóltin í tvørtræið. Í fyrra hálvleiki iðraði Deni Pavlovic seg, tá ið hann eftir fríspark úr vinstru frá Jóannes Bjartalíð við høvdinum og úr góðari støðu sendi bóltin ímóti málinum, men málverjin stórbjargaði til horna. Páll A. Klettskarð kiksaði stútara í góðari støðu eftir innlegg úr høgru frá Mads Bo Mikkelsen,  Claes Philip Kronberg royndi seg miðskeiðis í seinna hálvleiki við góðum fluktara úr handara borði eftir langt innkast úr vinstru, og dygst eftir var Páll A. Klettskarð um reppið eftir innlegg úr vinstru frá Jóannesi Bjartalíð, sum hevði sneitt seg leysan av trimum mótstøðumonnum.

 

Tølini siga, at KÍ var á bóltinum 51 prosent av tíðini. KÍ hevði betri tak á spælinum, og KÍ spældi seg til fleiri málmøguleikar enn heimaliðið.

 

Eftir hetta bragdið í hitanum suðuri á Balkan í kvøld og við framúr avrikinum og heimasigrinum ímóti Bodø/Glimt í huga er øll orsøk at gleða seg til rimmar fótbóltsdyst í Klaksvík mikukvøldið í næstu viku.

 

Hetta var flott avrik Mikkjal Thomassen og allir hinir á beinkinum, og allir tit, sum løgdu so ógvuliga nógv fyri og vóru so skilagóðir í steikipannuni í Montenegro.

 

 

 

Sutjeska – KÍ 0-0

 

Europa Conference League 2. umfar 1. dystur

 

KÍ: Mathias Rosenørn – René Shaki Joensen (Odmar Færø, 38.), Jesper Brinck, Heini Vatnsdal, Patrick Da Silva – Claes Philip Kronberg, Deni Pavlovic (Jóannes K. Danielsen, 90.), Jákup B. Andreasen, Mads Bo Mikkelsen (Anders Sølvsten Holvad, 78.) – Páll A. Klettskarð (Árni Frederiksberg, 78.), Jóannes Bjartalíð

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Meinhardt P. Joensen, Géza Túri, Smytro Lytvyn, Dávid B. Andreasen, Børge Petersen, Valerijs Sabala

 

Gult kort: Deni Pavlovic

 

Venjari: Mikkjal K. Thomassen  

 

Seinni dysturin verður í Klaksvík mikudagin 27. juli kl. 19.00