Tað verður Rógvi ella Eyðun

Undan síðsta umfari er hálvt stig millum teir báðar fremstu, og harvið verður tað avgjørt í morgin, hvør verður meistari

Tað verður ikki fyrrenn í níggjunda og síðsta umfari, sum verður klokkan 11 páskaaftan, at tað í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík verður avgjørt, hvør fer at vinna FM í talvi fyri einstaklingar 2015.

 

Eftir áttanda umfar, sum var seinnapartin í dag er tað greitt, at nýggi meistarin verður annaðhvørt Rógvi Egilstoft Nielsen, sum vann FM í 2012, ella verður tað Eyðun Nolsøe, sum vann FM í 1995. Í síðsta umfari skal Rógvi E. Nielsen telva við svarta fólkinum ímóti Martini Poulsen, og Eyðun Nolsøe skal við svarta fólkinum dystast við Hans Kristian Simonsen.

 

Í dag vann Rógvi Egilstoft Nielsen við hvíta fólkinum sannførandi ímóti Heiðriki T. Jacobsen. Eyðun Nolsøe vann við hvítum á Ólavi Simonsen, sum ofraði nógv og spenti álopsbogan øgiligt, men hann brast, og so var tað so upplagt hjá Eyðuni.

Rógvi Egilstoft Nielsen hevur 6,5 stig, og Eyðun Nolsøe hevur 6,0 stig. Undan hesum umfarinum var Hans Kristian Simonsen eisini við í stríðnum um FM, men í dag tapti hann ímóti Høgna Egilstoft Nielsen.

 

Martin Poulsen vann á Andriasi Danielsen, og tað endaði remis millum Finnbjørn Vang og Herluf Hansen.

 

Støðan undan 9. umfari

Rógvi Egilstoft Nielsen 6,5

Eyðun Nolsøe 6,0

Høgni Egilstoft Nielsen, Martin Poulsen og Hans Kristian Simonsen 5,0

Ólavur Simonsen 4,5

Finnbjørn Vang 3,5

Andrias Danielsen 2,0

Heiðrikur T. Jacobsen 1,5

Herluf Hansen 1,0

 

9. og síðsta umfar klokkan 11 páskaaftan í skúlanum við Løgmannabreyt

Heiðrikur T. Jacobsen – Høgni Egilstoft Nielsen

Martin Poulsen – Rógvi Egilstoft Nielsen

Herluf Hansen – Andrias Danielsen

Ólavur Simonsen – Finnbjørn Vang

Hans Kristian Simonsen – Eyðun Nolsøe

 

Mynd: Eyðun Nolsøe og Rógvi Egilstoft Nielsen, sum kappast um at vera føroyameistari í talvi í 2015. Foto: Arild Rimestad, altjóða dómari í talvi