Tað verður sera tætt

Í kvinnufinaluni kann talan væl gerast um longda leiktíð, meðan Kyndil er lítil favorittur hjá monnum

Tað heldur Claus Rasmussen, sum í fleiri ár hevur virkað sum hondbóltsvenjarin í Føroyum, og sum tí hevur stórt innlit í føroyska hondbóltsheimin.

 

Claus var gestur hjá Rás2 í gjár, og her varð tosað væl og virðiliga um tær báðar hondbóltsfinalurnar, sum verða spældar í dag.

 

Hjá kvinnunum metir Claus, at rættiliga nógv veldst um, hvussu væl Kyndils-kvinnurnar megna at handfara trýstið, nú tær spæla eina steypafinalu, har umstøðurnar eru heilt øðrvísi enn tað, sum tú vanliga upplivir í landskappingini.

 

Hjá monnunum heldur Claus, at Kyndil nú er um at raka tað støðið, sum hann hevði væntað at sæð liðið á í vetur. Ikki minst heldur hann, at verjan er sera sterk, og at KÍF tí fær trupult við at spæla seg ígjøgnum í opnum spæli.

 

Samrøðan við Claus Rasmussen hoyrist við at trýsta á pílin undir myndini.