Taekwondo: Nógv heiðursmerki til føroyingarnar

Tað gekk sera væl hjá føroyingunum úr Hwarang

DM í taekwondo hevur verið í danska býnum Skanderborg í gjár. Føroyska taekwondofelagið Hwarang luttók, og tað gekk stak væl hjá føroysku luttakarunum.  

Í kampi blivu tríggir føroyingar danmarksmeistarar. Tað vóru tær tríggjar Elinborg K. Dávadóttir, Oda Weihe og Noomi K. Heradóttir.

Umframt tað vunnu tríggir føroyingar silvur - Høgni K. Dávason, Dávid á Lakjuni og Mira Guðjónson. Fýra vunnu bronsu, og tey vóru Jógvan á Lakjuni, Signar Hansen, Dominick Troleis og Markus Davidson Vazques. Boas Høgnesen vann fighter-pokal.

Tey, sum vóru við í poomse á fyrsta sinni, kláraðu seg bara heilt væl. Í mix-par vunnu Mona Petersen og Boas Arge bronsu.