– Eitt slóðbrótandi hugskot, við eini vøru, sum skjótt kann verða brúkaranum í hendi!
So greið vóru skotsmálini, sum dómarnir góvu vinnarunum, Wull, tá tær í dag vunnu føroyameistaraskapin í íverkseting fyri skúlar í ár.
Wull hevur gjørt eina ulla-rullu, og ulla-haldara, sum kann brúkast til eplaveltur ella aðrar veltur. At brúka ullina til at velta við, hevur við sær eina betri úrtøku og góðsku, siga tey
Tær, sum hava stovnað Wull, eru Durita Feilberg Lamhauge, Jenny Maria Briansdóttir og Miriam Blábjørg Poulsen, sum allar ganga í 10. Flokki í Tofta- og Runavíkar skúla.
Hetta er sostatt annað árið á rað, at næmingar úr Tofta- og Runavíkar kommunuskúla vinna SkúlaFM 2023.
Nummar tvey gjørdist, bólkurin, Volga frá Eysturskúlanum. Eisini tey fingu sera góð skotsmál frá dómarunum, fyri teirra vøru, sum var rabarbusaft, siga tey í tíðindaskrivi frá Skúla FM
Nummar trý gjørdist bólkurin, Grønt úr skúlanum á Løgmannabreyt. Tey høvdu sæð ein háaktuellan samfelagstrupulleika, sum eisini hevur vinnuligar møguleikar, vístu dómarnir á.
Við eini heimasíðu, og samstarvi við handlar í Føroyum, høvdu tey eina loysn upp á, hvussu vit kunnu loysa trupulleikan av matoyðsli, samstundis sum tey hjálpa fíggjarliga sperdum familjum.
Vinnandi bólkur fær, umframt heiðurin at vinna, møguleikan at royna seg í Next Level kappingini í Danmark. Hendan kappingin verður 20.apríl.
Betri og Føroyar Tele góvu 5.000,- hvør til vinnandi bólkin. Nummar tvey og trý fingu somuleiðis vinning á ávíkavist 1.500,- og 1.000,-.
Níggju bólkar vóru við í finaluni í ár. Dómarnir vístu á, at tað var sera torført at taka dagar ímillum luttakandi bólkarnar, tí støðið var so høgt. Harafturat vístu dómarnir á, at støðið tykist at hækka fyri hvørt ár.
Í dómsnevndini sótu Høgni Warberg, fulltrúi í barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Rannvá Troest, umboð fyri Vinnuframa, Jákup Dahl frá Betri Banka og Tróndur Dalsgarð frá Føroya Tele.