Taiwan: Stúra fyri kríggi

- Okkara besta svar er at vísa Kina, at vit eru ikki óttafull, sigur uttanríkisráðharrin í Taiwan.

 

Í nátt byrjaði Taiwan eina hernaðarvenjing við skørpum vápnum, og venjingin hevur til endamáls at verja landið ímóti Kina, um landið skuldi lopið á.

Sambært tíðindastovuni AFP heldur hernaðarvenjingin fram til hósdagin.

Eftir at amerikanski kongressleiðarin, Nancy Pelosi, í síðstu viku vitjaði Taiwan, hava atfinningarnar úr Kina um vitjanina verið ógvusligar.

Kina hevur havt hernaðarvenjingar, sum meira at kalla hava umgirt Taiwan. 

Í einari samrøðu við CNN sigur uttanríkisráðharrin í Taiwan, Joseph Wu, at kinesisku hóttaninar hjá Kina mótvegis Taiwan er meira álvarsligar enn nakrantíð.

Joseph Wu sigur, at Kina kann ikki diktera, hvørjum Taiwan bjóðar vælkomnum.

- Eg stúri fyri, at Kina virkuliga kann byrja eitt kríggj móti Taiwan, sigur uttanríkisráðharrin við CNN.

Joseph Wu vísir á, at tað, sum Kina ger nú, er ein roynd at ræða Taiwan.

- Okkara besta svar er at vísa Kina, at vit eru ikki óttafull, leggur uttanríkisráðharrin aftrat.