Átak ímóti alkoholi

Myndugleikarnir í Iran hava gjørt av at steingja fimm matstovur í býnum Isfahan, tí tær hava skonkt sterkt. Maðurin, sum eigur matstovurnar, er varðhaldsfongslaður.
Blaðið hjá iransku stjórnini skrivar, at løgreglumenninir løgdu hald á 150 fløslur av rúsandi løgi á teimum fimm matstovunum. Alkohol hevur verið bannað í Iran síðani kollveltingina í 1979, og brot á lógina verða vanliga sektað við fongsli ella bót.
Kortini hevur tað víst seg, at nógvir iranar drekka sterkt við hús, og at nógvur rúsandi løgur verður smuglaður inn í landið bæði eystan- og vestaneftir.