Tak teg nú saman, Johan Dahl

Johan Dahl er nú farin at sóknast eftir: “Hvør og hvat er tað, sum yvirupphitar búskapin?”

Hergeir Nielsen, løgtingsmaður

Øll onnur vita, at meðan bankarnir hava hildið opið hús og eftir einum ári hava slúsað 2,4 mia.kr. út til nýtslu í samfelagnum, hevur Johan Dahl sitið á speedaranum og oyst skattalættar út til teirra, sum hava ráð til at rinda skatt.
Tað tímalønta fólki er kortini hvørki orna, hitna og so slettis ikki ovurupphita av hesum fossandi stoytibaðnum.
Allur tann almenni peningurin, meira enn ein kvart mia.kr., er í høvuðsheitum farin til tær hægru inntøkurnar í teimum bíligu kommununum.
Tað er so eisini har, ið ferðin er mest, og tað tykist Johan Dahl hava skilt, nú hann í skjótt fýra ár hevur sett fult bluss undir búskapin.
Hann hevur skilt boðskapin um miseyðnaða búskaparpolitikkin, men tíverri hevur hann skilt lítið og einki í aðrari grein, sum er eitt aftursvar til mín um Suðuroyar Sjúkrahús.
Í fyrru greinini sigur hann ma., at trýstið kann verða tikið av miðstaðarøkinum,
og:
“tað kann og eigur at verða gjørt við at flyta nýggj arbeiðspláss útum miðstaðarøkið til útjaðaran,”
Her hevur hann rætt í hvørjum orði, hann skrivar.
Hinvegin haltar í ólukkmát í tí praktiska politikkinum hjá honum.
Tá vit fyri fjúrtan døgum síðan á tingi skutu upp at játta Suðuroyar Sjúkrahúsi ein narkosulækna, eftir kravi frá mø. Johan Dahl, hvørki kundi ella vildi sami maður atkvøða fyri hesum nýggja arbeiðsplássi í útjaðaranum.

Hetta nervar kortini ikki Johan Dahl, sum heldur fram:
“Hetta krevur, at politikkarin hevur rygg til at taka neyðugu stigini, og tað at hava sokallaðan “politiskan rygg” er kanska ikki júst tað, sum politikarar eru mest kendir fyri, tíverri - og so serliga ikki tá val nærkast.”

Púra samdur, enn eina ferð, siga vit sum lesa Johan Dahl.

“Vit fara við hesum at krevja, at landsstýrismaðurin beinanvegin tekur stig til at útvega Suðuroyar Sjúkrahúsi frammanfyri nevndu lívsneyðugu játtanir.”


-skrivaðu Suðuroyartingmenn til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í august mánaða í fjør.

Har vit í Tjóðveldisflokkinum sótu fattir við knøttarnar og atkvøddu fyri kravinum frá Johan Dahl og teimum, var meiri italienskt spaghetti enn føroyskur mergur í rygginum á Johan Dahl og hansara monnum.

Hví Johan Dahl og Javnaðarflokkurin í Suðuroy lupu frá egnum kravi um beinanvegin at játta pening til lívsneyðugar uppgávur við Suðuroyar Sjúkrahús, er okkum øllum ein gáta

Og Johan Dahl heldur fram:

“Tað eigur at verða ein politisk treyt, at skulu størv umrokerast ella nýggj setast, so SKAL tað gerast aðrastaðni enn í Tórshavnar økinum.”

Vit sum lesa Johan Dahl eru framvegis samd í hansara frálíku sjónarmiðum, men tíverri fyri hendan íðnað politiska skribentin, so er hann sjálvur seinast í farna árinum hopaður undan øllum teimum frálíku sjónarmiðum, sum hann vartar upp við fyrst í hesum árinum.

Tann feldi narkosulæknin við Suðuroyar Sjúkrahús, er bara eitt av mongum lýsandi dømum um, hvussu aktivt Johan Dahl og hansara samgonga virkar ímóti skilagóðari menning av útjaðaranum, har ferðin er munandi minni enn í miðstaðarøkinum.

Eitt týðandi nýtt starv, sum hevði skapt sjúkrahúsinum munandi størri tryggleika og munandi størri virksemi og samstundis tikið nakað av dampinum av miðstaðarøkinum, var í heintan, men Johan Dahl og hansara javnaðar- og fólkafloksmenn sleptu, tá tøk skuldu takast.

Triði nýggi skurðlæknin, sum er serfrøðingur í æðrasjúkum, sleppur nú ikki saman við hinum báðum skurðlæknunum, at virka í fullan mun.

Vit minnast torurøddina frá løgmanni um meiningsfull nýggj størv í útjaðaranum.

Her var so ein møguleiki, enntá á einum nýggjum sjúkrahúsi í útjaðaranum, men teir vrakaðu hann fyri nakrar grótrúgvur norðanfyri.

Av tí, at ein narkosulækni varð noktaður Suðuroyar Sjúkrahúsi, sleppa hesir skurðlæknar nú ikki at minka um bíðilistarnar og annars gera nakað skilagott í teirra meiningsfyltu størvum fyri føroyska heilsuverkið.

Johan Dahl sóknast eftir statistiskum upplýsingum frá mínum samgonguskeiði, og hvat eg havi játtað Suðuroyar Sjúkrahúsi til neyðugar íløgur.

Nú hann biður um tað, so lat meg stutt nevna, at stórsta íløgan til Suðuroyar Sjúkrahús, sum eg havi verið við til, var alt sjúkrahúsið, sum tað var.

Vit í Tjóðveldisflokkinum umsótu heilsuverkið, tá vit í samgonguni í seinnu helvt av áttatiárunum umsótu og tóku stig til at byggja Suðuroyar Sjúkrahús.

Og mær vitandi eru als ongar almennar íløgur av týdningi komnar hendan vegin seinasta mansaldurin, har vit í Tjóðveldisflokkinum ikki hava slóðað fyri.

Øðrum stastistiskum upplýsingum kann Johan Dahl sjálvur sóknast eftir í løgtingstíðindum, og hevur hann spurningar viðvíkjandi einstøkum atkvøðugreiðslum, er hann vælkomin at spyrja eftir teimum.

Dagsins mál snýr seg um tann felda narkosulæknan, og Johan Dahl sigur nú, at leiðslan við Suðuroyar Sjúkrahús er himmalfegin um at hava fingið ein medisinara í staðin fyri.

Álvaratos, Johan Dahl. Royn nú at taka ábyrgd av tínum egnu gerðum og lat vera við at draga leiðsluna á sjúkrahúsinum inn í hetta tjakið.

Fundurin okkara millum 14. august 2006, sum eg tók stig til, og skrivaði niðurstøðu til landsstýrismannin frá, segði jú púra greitt, at vit suðuroyartingmenn kravdu bæði størvini sett, og tað beinanvegin, antin á eykafíggjarlóg ella á komandi fíggjarlóg.

Eisini veitst tú fullvæl, at bæði leiðsla og læknar við Suðuroyar Sjúkrahús vildu hava bæði hesi størvini sett, so lat vera við at turka politiska máttloysið títt upp í leiðsluna á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Tá tú saman við grannvaksnum samgongumonnum hopar eftir hæli undan egnum krøvum, og samstundis fyllir bløðini við krøvum um størv í útjaðaranum, so hongur ikki saman hjá tær, harra Johan Dahl.

Mær vitandi hava hini sjúkrahúsini ikki fingið tvinnar kostir í at velja.

Hví vit suðuroyingar so skulu liva við eini avlagaðari skipan, sum aðrir ikki kunna liva við, tað er okkum ein gáta.

Vit liggja hóast alt ringast fyri.

Meðan ein tími er at koyra millum hini bæði sjúkrahúsini, sum bæði hava fulla vaktarskipan á hesum somu økjum, er opið hav okkara millum.

So álvaratos Johan Dahl.

Tak teg nú saman, og rek tann politikk, sum tú sigur teg vera talsmann fyri, sum tú skrivliga hevur kravt av tíni samgongu, men sum tú so ússaliga hopar undan, tá á stendur.