Taka blóðroyndir í forhøllini

Umvælingarnar á Landssjúkrahúsinum hava nú havt við sær, at fólk hava sitið úti í fullum almenningi og tikið blóðroyndir. Sera óheppið, sigur Allan Skaalum, sjúkrahússtjóri, sum lovar bata longu í morgin

Meðan flestu okkara næstan høvdu gloymt alt um gomlu forhøllina á Landssjúkrahúsinum, er hon ikki gloymd úti á hospitalsvegnum.

Nú umfatandi umvælingar fara fram á sjúkrahúsinum, eru fleiri deildir og tænastur fyribils fluttar aðrastaðni at virka. Hetta er eisini galdandi fyri ambulatoriið, sum vanliga er í bláa bygninginum omanfyri vegin. Nú er virksemið har flutt oman í gomlu forhøllina, har kioskin og telefonvekslarin var.

Ein lesari ringdi til okkara í morgun og kærdi sína neyð vegna konuna, sum hevði verið til kanningar í hesu interimistisku loysnini í gomlu forhøllini.

- Eg má siga sum er. Konan kendi seg sera ótrygga, tá hon fekk tikið blóðroynd í dag og í gjár. Har tóktist alt at vera púra tilvildarligt, og fólk sótu í fullum almenningi og fingu tikið blóðroyndir, sigur lesarin.


Harmur stjóri

Allan Skaalum, sjúkrahússtjóri, visti onki um støðuna í gomlu forhøllini, tá vit ringdu til hansara. Men hann kannaði málið og forkláraði síðani, at umstøðurnar á øllum sjúkrahúsinum eru rættiliga fyribils fyri tíðina, og at tað er eitt putlispæl at fáa alt at ganga upp.

- Annað rúmið, har blóðroyndirnar skulu takast, varð málað í gjár. Tí var tað ikki mett at vera ráðiligt at bjóða fólki inn, tá málingin ikki var turr enn, sigur Allan Skaalum, men er harmur um, at fólk hava kent seg illa viðfarin á sjúkrahúsinum. Framyvir er ætlanin, at smáu hølini verða brúkt til kanningar og royndir, og at gólvplássið verður bíðirúm hjá fólki. Tó heldur stjórin ikki, at tey kundu gjørt tað nógv øðrvísi á ambulatoriinum.

- Eg skilji væl, at onkur hevur kent set illa, tí tað eru ikki øll, sum dáma at verða prikað. Men har eru onnur rúm, so fólkini áttu at verið spurd, so tey kundu sagt frá. Tí er tað forferdiliga óheppið, at fólk skulu upplivað slíkt, sigur Allan Skaalin, sum tó lovar, at viðurskiftini verða betri í morgin, tá málingin er turr.