Take off: vit taka av!

Fløgan hjá Take off er ársins summarpoppur, her og nú. Fá tær av blandaðu bommunum, ið eru blandað, ymisk og litrík, bæði tá umræður til tekst- og tónleikaleykirnar. Endiliga okkurt til okkum, sum ikki eru so tungfóðraði. Søtt, angandi og ...fá tær og syng við fyri rest!

Litríkt og lovandi sær tað út, tá ein tekur blandaðu bommini frá Take off í lógvan. Tað rennur úr tonnunum.
                 Og rætt er. Tað rennur úr oyrunum, ikki tí tað er ov søtt, men tí her er poppur, endiliga. Ikki hesin tungi, myrki tónleikurin, sum tónleikahugaður føroyskur ungdómur av onkrari orsøk tekur við sær úr føroysku tokuni og niður í bjálvaðar kjallarar at elta myrkt tónadeiggj úr.
                 Her er tað tað lætta og vælkoyrandi, ið er á skránni. Ein bólkur, settur saman av føroyingum og dønum. Siga sjálvir, at talan er um popp ella funk. Og tað er veruliga funksíðan, sum er sterka síðan. Ein kemur í støðum at hugsa um teir vælframleiddu disco-travararnar, - við blásarum og øllum, ið hoyrur til.
                 Fari í umrøðuni ikki at verða ov drúgvur, vegna pláss, men eisini fyri at verða í hesum lætta andanum. Her og nú og ikki meira.
                 Vit kenna tveir av høvuðsmonunum sum nakrar av góðu blásarunum vit eiga, so ein hevði kanska væntað ? og hugsað ? sær meira blástur. Tó so, lurtar ein og gevur sær far um tað, so eru blásararnir har, væl tilrættislagdir og undirstrikandi swingið. Kanka so væl gjørt, at tað bara fellur inn. Og eisini eru vøkur brot, har soloblástur fær rúm. Kanka er tað bara hugurin, sum við Hans Petri og saxofonini á odda, beinir aftur á undanfarin avrik, har saxofonin blásti í fremstu røð.
                 Men her er tað óbindandi poppur, njót og syng við! Ikki hugsa ov nógv, ikki seta teg í djúpa stólin við kaffikoppi og lesibrillum. Her er tað søta lívið, ið smakkar. Lívsgleðin, rútmurnar, funk- ella discokent, so fingrar og tær liva við, áðrenn restin dansar við fyri rest.
                 Góð løg. Um nakað hitt stendur eftir, tá komið er á botn í posanum, er ilt at siga. Men góðu, funky swingararnir geva góðar kenslur og fáa okkum at munga eftir meira.
                 Fleiri høvundar hava roynt seg á tekstsíðuni. Keðiligt er tað tó, at tekstirnir ikki eru við í fløguhúsanum, hóast ætlanin meira er ein óbindandi og lívsglað uppliving, heldur enn greining og djúphugsni.
                 Haldi meg tó kunna staðfesta beinaveg, at ongin av tekstunum koma við í eina møguliga komandi útgávu av Føroya Fólks Sangbók. Og tað er heldur ikki við hesi ætlan, tekstirnir eru skrivaðir, so tað er sum tað skal vera. Rós skal tað tó vera, at innihaldsliga verður brotið úr nýggjum í støðum, hóast rættiliga nógv snýr seg um hina einastu einu, sum tó ongantíð beit á ella sum eina dansar onkra aðrastaðni.
                 Ein væl blandaður og litríkur ljómposi, sum ein uttan at himprast kann bjóða fram, tí her er tónleikalig dygd og ferð á. Funky og vælkoyrandi poppur og tað er gott og frískligt í annars tungu tokuni, sum okkum annars stendur okkum í boði í gerandisdegnum ? eisini tónleikaliga.
                 Blandað bomm fyri rest? Jú takk!
 
Fakta:
Take off: Blandað bomm fyri rest
Ólavur Olsen: keyboard, trompet
Hans P. í Brekkunum: sang, sax, keyboard
Carl Johan Simonsen: trummur
Jønne: Guitar
Morten Kold Vestergaard: bass
Air Play Studio, Aarhus 2003
Tøkni: Árni Bergmann Jóhannsson
Tekstir: Hans P., Ólavur, B. Person, E. Klakstein, H. Í Brekkunum, N.J. Arge, H.G. Thorsteinsson