Robbie Williams og Gary Barlow hava í samrøðu við BBC kunngjørt, at Take That fer á turné í næstum, og at tað verður við Robbie Williams. Tá Take That fóru frá hvørjum øðrum í 1995 spáddu tey flestu, at Gary Barlow, sum var forsangari og skrivaði tað mesta av tilfarinum hjá Take That, fór at klára seg best av teimum sum einstaklingur. Tað gjørdi hann eisini at byrja við, men so smátt tók Robbie Williams yvir ? og hann hevur ikki hugt aftur síðani. Hann er í dag millum heimsins størstu tónleikarum.
- Vit eru í holt við at skipa fyri eini turné í løtuni, men meira vilja vit ikki siga um tað, sigur Gary Barlow við BBC.
Hetta er fyrstu ferð síðani Take That fóru frá hvørjum øðrum, at Gary Barlow og Robbie Williams gera eina samrøðu saman.
- Vit hava stórar planir, men hvat, hvussu og nær sleppa vit ikki at avdúka her, sigur Robbie Williams.
Gary Barlow og Robbie Williams hava gjørt ein sang saman, sum hevur fingið heiti ?Shame?. Sangurin snýr seg um vinarlagið hjá teimum báðum, sum seinastu 15 árini hevur verið ísakalt.
Limirnir í Take That eru, umframt Robbie Williams og Gary Barlow, Jason Orange, Mark Owen og Howard Donald.