Takið ábyrgd sjálvi og fáið tykkum tak yvir høvdið

– Fólk skulu sjálvi taka ábyrgd fyri at útvega sær tak yvir høvdið, tí tað er ikki samfelagið, sum hevur ábyrgdina, heldur løgtingsmaður.

Tað er hvørki Landið, ella kommunurnar, sum hava ábyrgdina av at útvega fólki tak yvir høvdið. 

 

Tað staðfesti Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin í Løgtinginum. Bústaðarneyðin í Føroyum hevur verið eitt hitt fremsta kjakevnið seinastu tíðina og nú eru eisini tvey uppskot løgd fyri Løgtingið um at geva kommunum heimild til at byggja íbúðir.

 

Tinglimir eru ójavnir á máli um hetta, men fáir hava kortini eina so greiða støðu, sum Kaj Leo Holm Johannesen, hevur.

 

– Tað er ikki samfelagið, sum hevur ábyrgdin fyri at útvega fólki bústað, liggur, sigur hann. Tað er nevniliga hvør einastakur, sum sjálvur hevur ábyrgdina av at fáa sær, og familju síni, bústað. Vit skulu ikki taka ábyrgdina frá fólki. Takið ábyrgd sjálvi og setið føtur undir egið borð, sigur hann.  

 

Og hann leggur afturat, at vit kunnu ikki øll búgva í Havn, tí tað eru rætt og slætt ikki pláss fyri øllum fólkum í Havn. Tí verður neyðugt at spjaða fólk út um alt landið. Í hesum sambandi vísur hann á, at nógvur peningur verður brúktur upp á at binda landið saman og tað eigur at geva okkum nýggjar møguleikar fyri at spjaða búsetingina út um landið.

 

Hann heldur, at uppgávan hjá myndugleikunum er verður at eggja fólki til at seta føtur undir egið borð. Hann heldur at ein máti er at hækka skattafrádráttin hjá teimum, sum leiga út – og tað er nettupp tað, uppskot nú er lagt fyri Løgtingið um.

 

– Tað standa so nógv hús tóm í Føroyum, at tað er nokk av bústøðum og spurningurin er um tað er rætt at byggja nýtt, tá ið so nógv hús standa tóm, leggur hann afturat.

 

Men skal tað byggjast nýtt, er tað ikki Landið, ella kommunan, sum skal byggja. Lat tey privatu byggja, heldur løgtingsmaðurin. Vit hava pensjónsfeløg við nógvum pengum, men er tørvurin so stórur, hvar er so tann vágafúsi kapitalurin at byggja bústaðir fyri? Hann er kanska ikki her, tí at kanska er váðin so stórur, heldur løgtingsmaðurin.

 

 

Les eisini: Leggja ætlan fram um at basa bústaðarneyðini

 

 

Hann heldur, at tað er órættvíst ímóti teimum, sum longu hava bygt, og sum hava spent seg hart fyri, at onnur skulu fáa bústað frá kommununum fyri lítið og lætt.

 

– Tey, sum hava bygt sær hús, stríðast ein harðan dyst hvønn einasta dag fyri at fáa endarnar at røkka saman. Tí er tað neyvan rætti vegurin, at kommunurnar nú fara spenna seg út fyri at útvega øðrum bíligar leiguíbúðir, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

– Tað merkir, at tey, sum longu rinda fyri sín egna bústað, eisini skulu rinda ein part av teimum bíligum íbúðunum, umframt at tey longu rinda fyri seg sjálvi, leggur hann afturat.

 

Í Sosialinum hava vit nógv meiri um bústaðarneyðina. Eitt nú hava vit eitt yvirlit yvir, hvussu nógv hús standa tóm kring landið.