Átakið hjá Løgtingsins umboðsmanni er kærkomið

Leila Solmunde, Formaður í MBF

Meginfelag teirra Brekaðu, MBF fegnast um at Løgtingsins umboðsmaður hevur verið á eftirlitsvitjan í einum av sambýlunum í Føroyum. Tað er greitt ein styrki fyri trygdina hjá fólkunum sum búgva har, at ein óheftur stovnur kemur og ger kanningar, og kann gera eina meting um, um almenna tilboði til hesi fólkini er á einum støði sum er virðiligt.

At frágreiðingin frá hesi eftirlitsvitjan so vísir, at her er nógv sum finnast kann at, sigur okkum, at brúk er fyri tílíkum vitjanum. Henda frágreiðing má skumpa undir politiska myndugleikan at fáa framt átøk, sum kunnu bøta um viðurskiftini hjá borgarum við breki í Føroyum.

Fólk sum búgva á almennum stovnum, sambýlum ella øðrum líknandi bústovnum, eiga at hava somu rættindi í samfelagnum eins og allir aðrir føroyingar. Vit kunnu t.d nevna, rættartrygd, sømuligan bústað, rættin til privat lív, fíggjarliga trygd (rætt til fyritíðarpensjón,) rætt til heilsutænastur og so fr.

Hetta eru ting sum næstan allir føroyingar halda verða eina sjálvfylgju í dag, men sum ikki er ein sjálvfylgja fyri hendan bólkin av fólki, sum býr undir vardum umstøðum.

Millum annað staðfestir kanningin hjá løgtingsins umboðsmanni, at tað ganga nógv ár, har onki hendir fyri persónar, sum eru dømdir fyri lógarbrot. At ivamál er um hvør skal hava ábyrgd, Nærverkið ella leiðslan á sambýlinum, ella kanska onkur annar, við at hjálpa persónunum at taka so týðandi mál upp, sum tað er at sleppa av við ein dóm, ber brá av, at her mangla mannagongdir og lógarverk, sum kann geva einstaka borgaranum við breki trygd fyri rættvísari viðgerð á hesum økinum.

Løgtingsins umboðsmaður vísir eisini á, at tað valdar heilsufakligur ótryggleiki á sambýlinum. Hettar heldur MBF er átaluvert, tí tað er ein sannroynd, at nógv av búfólkunum á stovnum og sambýlum hava álvarslig kropslig brek og tí má tryggjast at tað eru serkøn á heilsufakliga økinum, ið hava ábyrgd og eftirlit við tí partinum.

Fólk sum eru rørslutarna, hava motorisk brek ella sum sita í koyristóli hava heilt annan tørv til hús enn onnur fysisk røsk fólk. Rørslutarnaði fólk skulu og kunnu ikki búgva undir treytum, sum gera at tey blíva skerd frá samveru við onnur og tískil kunnu verða isoleraði.

Tá sethús verða keypt til sambýlir sýnist tað sum um, at man frammanundan ikki hevur hugsa um, hvør ið skal húsast her. Henda frágreiðingin frá umboðsmanninum undirbyggir okkara uppáhald um at so er.

At sambýlið á Bóndaheygi ikki hevur lyftu millum kjallaran og miðhæddina, somuleiðis at uttanumøkið er grusut og óslætt, prógvar bara, at eitt tílíkt húsakeyp ikki hevur tikið hædd fyri, hvør skal búgva har. Tíðin má verða komin til, at hús verða keypt ella bygd til endamálið, og at man hyggur eftir, hvør tørvurin er hjá tí einstaka sum skal búgva har, og so byggja ella keypa eftir tí tørvi, og ikki umvent.

Fíggjarliga trygdin hjá fólkunum á sambýlunum er eftir hesi frágreiðing rímilig, tí hesi fáa fyritíðarpensjón. Mann kann so altíð diskutera um upphæddirnar eru rímiligar. Fólk við breki sum búgva á bústovnum fáa ikki fyritíðarpensjón, og MBF metir, at tíðin eisini er komin til, at hesi fáa somu rættindi til pensjón, sum tey sum búgva í sambýlum.

Eftirlitsvitjanin hjá umboðsmanninum gevur eina greiða ábending um, at ting eru sum mugu broytast. Henda fyrsta vitjanin eigur at fáa politiska myndugleikan at gera ábøtur í lógarverkinum. Vónandi fer umboðsmaðurin á aðrar vitjanir, sum við tíðini vil gera, at fólk við breki kunnu verða tryggari, tí slíkar kanningar eiga at hækka støði á tænastum sum alment verða boðin til fólk við brekið.

ST sáttmálin skal tryggja fólki við brekið sivil og politisk rættindi, eins og økonomisk, sosial og mentunarlig rættindi.

MBF vónar, at hetta tiltakið hjá umboðsmanninum kann skumpa undir arbeiði at seta ST sáttmálan um rættindi teirra brekaðu í gildi í Føroyum. Ongin ivi er um, at tíðin er komin at gera álvara av arbeiðinum at endurskoða lógarverki sum skal verja borgaran við breki í Føroyum

Vónandi fer arbeiðsbólkurin sum MBF hevur biðið løgmann um at seta, at verða settur skjótt, so at hesin kann fara til arbeiðis sum skjótast.

Endamálið er at fáa føroyskt lógarverk broytt ella sett í verk so grundarlag verður fyri, at rættindi hjá brekaðum verða í tráð við ST sáttmálan.