Takið MVG av trygdarútgerð!

MANGAN hevur verið tosað og talað um at sleppa allari trygdarútgerð undan avgjøldum, men lítið og einki er hent. Sum er, skal meirvirðisgjald gjaldast fyri vanliga trygdarútgerð til bátar, bilar og annað líknandi.

NÓGV trygdarútgerð krevst til bátar yvir eina ávísa stødd, sum eftir gamla mátinum svarar til áttamannafar. Og tað er púra rætt at krevja hesa útgerð, tí nógv dømi eru um, at slík útgerð er komin væl við.


SO kann sjálvandi spurnartekin setast við, hvør munurin er millum en góðan bát við dekki, sum er 22 føtur, og eitt áttamannafar, sum er 24 føtur. Trygdarkrøvini til tann fyrra eru nógv minni enn til tann seinna, tí markið liggur um 24 føtur. Men hugsast kann, at tann fyrrnevndi báturin fer bæði longri leið og fer oftari út í ivaveðri.


VIÐVÍKJANDI trygdarútgerð, so eiga landspolitisku myndugleikarnir at taka henda spurningin um mvg á trygdarútgerð upp og endurskoða reglurnar á hesum øki. Føroyingar eru eitt sjófarandi fólk. Fjórða hvørt húski hevur kanska bát, og teir flestu føroysku dreingirnir tráa helst eftir at koma í bát, so endamálið eigur at verða, at allir bátar hava ta neyðugu trygdarútgerðina.


HER verður hugsað um bæði bjargingarvestar, whf-sendara, bjargingarkrans, bjargingarbát, segl, neyðrakettir o.a. Flestu størru bátar hava whf-ara, men óivað høvdu fleiri bátar, sum ikki koma undir kravið, havt sendara, um teir vóru 25 prosent bíligari.


FÁIR stuttleikabátar hava bjargingarbát, hóast gummibáturin hevur bjargað mongum manni. Men vóru teir bíligari, høvdu óivað fleiri stuttleikabátar havt bjargingarbát, tí munur er á at keypa ein bát fyri 12.000 krónur enn ein fyri 16.000.


SO kann onkur sjálvandi spyrja, hvaðani skal mista inntøkan hjá landskassanum takast. Sum dømi kann nevnast, at heimastýrið kann sjálvt fara at umsita »tinglýsingina«, sum er eitt yvirtikið málsøki, men sum danski dómarin, Sorinskrivarin, umsitur, og tikið eitt gjald, sum samsvarar við t.d. tinglýsingarkostnað aðrastaðni. Hetta kundi verið ein økt inntøkukelda, tí verandi kostnaður er settur eftir rakstrarkostnaði. Men fyrst og fremst eigur at verða hugsað um trygdarútgerðina ? og eina bíligari trygdarútgerð. Hon kann sanniliga spara í seinna enda.