Takk Suðuroy

Síðani miðjan novembur havi eg havt tað fragd at verið í starvsvenjing á Suðuroyar Sjúkrahúsið. Hetta er tann síðsta starvsvenjingin áðrenn eg nái málinum at gerast liðugt útbúgvin. 

Sum lesandi er tað sjálvsagt at vit fáa bestu umstøður at at læra í. Stórsti parturin, umframt skrivliga tilfari, eru fólkini, ið læra frá og vegleiða. Fyrsta vit lærdu tá vit byrjaðu uppá henda hægra lesnaðin var at vit hava ábyrgd fyri egnari læring, og at tað er upp til okkum at læra. Nú skal ein ikki duga pensum, men læra seg at finna tað neyðuga tilfari og serstakiliga at reflektera um tilfari, ein finnur ella verður vístur. Lýkur tað tey vísindaligu krøvini? Og tað sama er galdandi tá vit, sum sjúkrarøktarfrøðislesandi fara í starvsvenjing. Av 4 árum verða gott 1½ ár brúkt í starvsvenjing. Hetta setur bara ikki stór krøv til Setrið at finna okkum hesi vælsignaðu plássini, men eisini til plássini, sum vilja virka sum kliniskt lærupláss.

 

Sjúkrarøktarfrøðingar mugu hava neyðugu eftirútbúgvingina fyri at vegleiða okkum og mugu tey eisini alla tíðuna halda seg ajour við nýggjastu vitan innan sjálvt fakið og innan læring. Hvussu vegleiðir ein o.s.fr. 

Suðuroyar Sjúkrahús

Tí var tað við spenningi at eg valdi at fara til Suðuroyar í starvsvenjing. Valdi at síggja burturfrá tí tveir tímar langa túrinum við Smyrli (sum faktiskt er sera hugnaligt, skal eg líka heilsa og siga), og royna okkurt nýtt. Millum lítið og einki kendi eg til umstøðurnar, men valdi at royna okkurt heilt nýtt og fara úr teimum tryggu umstøðunum og heimstaðnum. 

Tilsamans havi eg nú verið í Suðuroy í 14 vikur, og eri eg komin nøkulunda at kenna til alt virksemi  á sjúkrahúsinum. Havi samstarva við fleiri fakbólkar og stovnar eisini. Av tí at sjúkrahúsið er so lítið, hevur spennið verið vítt, og havi eg verið noyddur til at fyrihalda meg til allar møguligar støður. Var enntá so heppin at vera við til eina føðing, sum er eitt tað stórsta eg havi uppliva higartil. Tìanverri helt eg gleðistárið um tað nýggja lív, eg var vitni til, aftur.

Eg havi verið á skurðstovuni í 4 vikur og á seingjardeildini í 10 vikur, og má eg siga at starvsfólkini hava tikið sera væl ímóti mær. Nú havi eg mest virka saman við sjúkrarøktarfrøðingum og kann eg bara bera teimum øllum gott. At arbeiða saman við fólki, sum brenna fyri sínum faki og gera sítt allarbesta er ein frøði at uppliva. Fakliga avbjóðingin í Føroyum fer altíð at vera, tí landið er so lítið og tí mugu sjúkrarøktarfrøðingarnir hava eina breiða vitan um næstan alt. Og er hetta eisini serliga galdandi í Suðuroy. Men hetta gevur eisini eitt fjølbroytni, sum eg havi verið vitni til. Starvsfólkini hava eina breiða vitan og nógvar vítt fevnandi royndir, sum bert er eitt pluss. Vil tí takka starvsfólkunum fyri tíðina á sjúkrahúsinum og havi eg fingið eitt innlit í fakið, sum eg nokk ikki kundi fáa nakra aðrastaðni. Takk tit.

Hjálparlæknar

Nógv er eisini skeldað um teir vælsignaðu hjálparlæknarnir, sum arbeiða í eina heila viku og vinna eini 50-70 túsund kr. Eg var eisini ein, ið skeldaði um hetta, men havi eg broytt hugsan, nú eg havi sæð hetta í verkið. Læknarnir eru til arbeiðis 24 tímar samdøgurði í 7 dagar. Hví læknar gera nakað so óforsvarligt, kunnu vit sjálvandi undrast yvir, tí at teir áttu væl saktans at vita betur? Lukkuvís er tað ikki so ofta tað er tørvur á teimum á nátt, so tað ber til hjá teimum at fáa svøvn, hóast at teir javnan verða ryktir upp á miðjari nátt. 

Men vit kunnu venda øsingina á høvdið og spyrja hvat er so loysnin? Læknarnir dekka meira enn 4 heiltíðarstørv á 40 tímar vikuna, og hvussu nógv hevði tað ikki kosta at skula havt 4-5 læknar at skiftast um vaktirnar? Læknalønir á landsjúkrahúsinum variera frá einum 800 túsund til uml 1,5 mill. Tað ber nokk til, men spurningurin er um at fáa læknar at búseta seg í Suðuroy. Eg havi bert positivt at bera hesa skipan, tí at sami lækni, sær sjúklingarnar yvir eina heila viku, og kann tí nokk fylgja sjúklingunum betur enn vanligt aðrastaðni. 

Lítið sjúkrahús

Nógv kjak hevur eisini verið um 3 sjúkrahús í Føroyum, og skal eg royna at koma við mínari hugsan um hetta ivamál. Tí at tað mugu vit staðfesta at tað er tað í løtuni. Nógv verður hugt at Danmark og Norra fyri at samanbera. Serliga í Norra verður hugt eftir at frástøðurnar eru faktiskt rættiliga langar. Nógva staðni er tað eini 2-3 tímar til nærmasta sjúkrahús. Ein tíðindastubbi í Sygeplejersken (blaðið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Danmark) fortelur okkum at í 2013 vóru tað 500 børn í Norra fødd í bilum á veg til sjúkrahúsið, og var hetta orsaka frástøðuna. 

Suðuroyggin er í einari serstøðu, men er tað mín fatan at tað er ikki uppgávan hjá óvitandi politikkarum at avgerða, hvussu nógv sjúkrahús skulu vera í Føroyum. Hetta er ein fakspurningur, sum má viðgerast av læknum og sjúkrarøktarfrøðingum. Tí at sjúklingarnir skulu hava viðgerð óansæð, og teir minka ikki í talið, skal líka heilsast og sigast. Læknar og sjúkrarøktarfrøðingar eru sjálvandi ábyrgdarfull og spyrja um hjálp tá tað er neyðugt, og er tað eisini tað sum eg havi verið vitni til. Eingin kann vita alt og tí verða sjúklingar eisini sendir norður fyri at verða útgreinaðir nærri, og fyri at fáa tað viðgerð, sum vit ikki hava kunna givið teimum.

So politikkarar, haldið tátt og latið fakkunnleikan taka avgerðina! Alt er ikki líka kompliserað, og er t.d. Norra eisini byrjað aftur at útbúgva læknar í almenn medisin og harvið útbúgva teir til at vera umfatandi generalistar, sum vita eitt sindur um nógv. 

Í Suðuroy er gott at vera

Eftir hetta tíðarskeið havi eg uppliva eitt stuttligt oyggjalív. Hóast 14 vikur eru ikki nóg nógv til at kunna fella heilt til eitt stað, so havi eg tó funnið útav ymiskum. Her kann eg gott arbeiða og búgva,  tí at tað er ikki ein spurningur um stað, men fólk og hvat ein sjálvur velur at gera. Vakra nátturan er lokkandi. Fólkini eyka vinarliga. Ein Stanley Taylor gjørdi eina rannsóknarferð til Shetland, Føroyar og Ísland í 1789, og tá segði hann at føroyingar vóru heimsins blíðasta fólkaslag. Og tá hevði hann bert verið í Tórshavn, Vágum og Eysturoy.

At sigla við bátið er stakk hugnaligt, og hava tímarnir umborð á Smyrli ikki verið spiltir og er tað bert spell, at politikkarnir spardu eftir reyv, tá Smyril varð bygdur á sinnið. Eg havi so ikki møtt nøkrum her í Suðuroy sum vil hava ein tunnil, so koyr tað ørvitisprojektið og Sandoyartunnilin í grúgvuna.

Enn einaferð tøkk til starvsfólkini á Sjúkrahúsinum fyri móttøku og umsorgan fyri at læra ein lesandi so nógv. Tíðina her í Suðuroy farið eg so at minnast fyri lívið.

Teitur Vágadal

sjúkrarøktarfrøðislesandi