Takk, takk, søde hr statsminister

Løgmaður er, eftir at hava tosað við Anders Fogh Rasmussen “serstakliga væl nøgdur” við at føroyska politiska skipanin ikki sleppur framat í samráðingunum um og harvið onga ávirkan fær á bankapakka II

Samstundis sum politiskar samráðingar eru í Danmark - eisini við andstøðuna - er Føroya løgmaður “væl nøgdur” við at landsstýrið ikki sleppur at sita við borðið – og harvið hvørki fær innlit ella kann bera føroysku áhugamálini fram í fyrireikandi fasuni. Afturfyri fær Anders Fogh Rasmussen eina stóra bukett av reyðum rósum frá okkara løgmanni.

 

Føroysku áhugamálini

Men vit eru fleiri, ið ikki eru eins ovurfegin og løgmaður.

 

Endamálið við bankapakka II er fyrst og fremst um at tryggja vinnuni og burðardyggum virksemi kreditt.

- Hevur landsstýrið yvirhøvur kannað, um Føroyar og føroyska vinnulívið hevur brúk fyri bankapakka II, ella um okkara vinnulívi tørvar eina aðra loysn, sum er snikkað til tann tørv, ið føroyski fíggjargeirin og føroyska vinnulívið hava?

- Fer bankapakki II at geva tann likviditet, útflutningskreditt og ta fíggjarliga trygd, sum okkara vinnu og okkara borgarum tørvar?

- Hvat kemur bankapakkin at kosta okkum?

- Hvørji átøk ætlar landsstýrið at fremja, fyri at forða fyri, at likviditetur, sum okkara búskapi tørvar, óneyðugt verður fluttur av landinum?

 

Lýsa okkara tørv

Politiska skipanin hevur bráðneyðugan tørv á at fáa staðfest støðuna hjá føroyska fíggjargeiranum, hvussu likviditetsstøðan í Føroyum er í dag, og hvørji átøk eru neyðug fyri best at tryggja vinnuni atgongd til kapital. Sum er, hava vit als ikki eitt grundarlag at meta um hvørt loysnin í bankabakka II verður ein loysn, ið gagnar føroyska fíggjargeiranum, føroysku vinnuni og samfelagnum sum heild.

Ella man landsstýrið hava sett eitt slíkt útgreiningararbeiði í gongd, so Løgtingið fær eitt haldgott grundarlag at taka støðu út ífrá tá bankapakki II verður lagdur fyri Løgtingið? Um so er, vilja vit fegin frætta!

Higartil vita vit bert, at pakkin verður designaður til tørvin hjá danska fíggjargeiranum og donsku vinnuni.

 

Umbøn og svar

Løgmaður bað Anders Fogh um at sleppa við í fyrireikingarnar til bankapakkan, “således at også vi kan forberede sagerne på en god og ordentlig måde i landsstyret såvel som i Lagtinget”. Hann fær eitt greitt nei – men játtan um at vit kunnu sleppa at velja um vit taka undir við pakkanum ella ikki – tá alt er leyst og liðugt.

Hvussu í allari verð kann ein føroyskur løgmaður verða nøgdur við eitt svar sum hetta??