Takksemi fyri okkara trúføstu starvsfólk

Hjá MBM eru vit sera takksom fyri okkara starvsfólk, sum dagliga leggja sítt íkast til, at vit kunnu veita dygdarvørur til tykkum.

Seinastu 2 árini hava vit verið serliga heppin – vit hava havt ikki minni enn tríggjar stórar føðingardagar hjá okkara trúgvu starvsfólkum:

 

  1. Erling Weyhe fylti 70 ár 21. mai í fjør
  2. Bjarni Zachariassen fylti 75 ár, tann 22. juli í ár
  3. Karl á Høvdanum Andreasen fylti 75 ár, tann 30. oktober í ár

 

Erling og Bjarni arbeiða sum pakkioperatørar á virkinum.

 

Erling, ið eisini hevði 45 ára starvsdag í ár, hevur verið við frá byrjan. Frá tí tíðini, har alt bleiv pakkað við hond, har hvørt kartong bleiv lyft og stáplað á plattar, mugu maskinir í dag bera arbeiðsbyrðuna.

Bjarni er ein vitanardepil og hevur sera góð frálærlingarevnir. Ongin er komin ígjøgnum skipanina uttan at Bjarni hevur lagt teimum lag á. Við sínum lætta lyndi og tolsemi, hevur hann lært mangan ungling, hvussu MBM varðveitir eyðkendu føroysku mjólkarvørurnar.

Eitt, ið er áhugavert at nevna er, at teir báðir hava havt allar starvsnæmingar undir hond, og teir minnast hvønn einstakan aftur við navni.

Í einari tíð, har øll hyggja í snildfonir og hava smátalarar í oyrunum, gloyma vit nærveruna. Erling og Bjarni eru serstakir, tí teir taka sær tíð til at læra sínir starvsfelagar at kenna. Teir spyrja inn til hvønn einstakan og knýta á tann hátt bond.

 

Við virðing og nærlagni hava teir lagt hond á flest allar vørurnar, sum eru farnar eftir framleiðslubandinum – vørur, sum enda í tykkara køliskápi. Menninir eru raskir, drúgvir og fyrimyndarligir fyri yngra ættarliðið.

 

Karl, okkara fíggjarstjóri, umsitir dagligu fíggjarligu viðurskiftini hjá MBM. Hóast hann er komin upp í árini, er hann framvegis eins virkin og á fyrsta degi. Tað er ikki ein uppgáva, ið Karl ikki klárar at loysa. Hann er altíð fyrstur til arbeiðis – koyrir suður av Viðareiði hvønn morgun, líkamikið veður og vind.

Um tú koyrir forbí MBM klokkan 07, sært tú ljósið loga í einum glugga á ovastu hædd í skrivstovubygninginum – har situr Karl.

Tað, ið eyðkennir Karl, er at hann gevur sær tíð til øll, sama um talan er um arbeiðið ella á heimafrontinum.

 

Hesir menn eru eldsálir, sum seta dám á okkara arbeiðspláss. Teir eru fyrimyndir, sum vísa, at trúfesti og arbeiðsgleði eru lykilin til ein sterkan felagsskap.

 

Í einum heimi, har alt broytist skjótt, eru tað menn sum hesir, ið minna okkum á, hvat verulig virðir eru: trúfesti, arbeiðsgleði og samhaldsfesti.

Vit eru ómetaliga takksom fyri teirra íkast – ikki bara sum starvsfólk, men sum menniskju, ið gera MBM til meira enn eitt arbeiðspláss. Tað er ein familja, har vit standa saman,

og hesir menn eru hjartað í okkara felagsskapi. Takk fyri alt, tit hava gjørt og alt tað tit framvegis gera.

 

Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku og takka fyri teirra stóra íkast til MBM.