Hóast hon fekk tað at vita stutt fyri jól, er tað framvegis ikki rættiliga gingið upp fyri vevlistakvinnuni Titu Vinther, at tað verður hon, sum í ár fær størstu listarligu viðurkenningina, sum verður latin í Føroyum, nevniliga Mentanarheiðursløn Landsins.
Eg havi fyrr nevnt, at tað eru so nógv onnur enn eg, ið hava uppiborið hetta. Men ongin ivi skal vera um, at eg eri ómetaliga glað og takksom fyri heiðurin, sigur Tita.
Í grundgevingini fyri at lata Titu Mentanarvirðislønina verður millum annað sagt, at hóast Tita ikki er uppvaksin í Føroyum, má hon metast at vera ein undangongukvinna í at nýta tilfar úr føroysku náttúruni til sína vevlist. Júst hetta hevur ivaleyst undrað fleiri, so vit hava biðið Titu greitt eitt sindur frá síni bakgrund.
»Puslispælið«
Eg eri fødd í Finnlandi í 1941, men longu sum hálvtannað ára gomul bleiv eg send til Danmarkar til fosturs. Kríggið hevði gjørt tað illa liviligt í landinum, og tí var tað ikki óvanligt, at foreldur sendu síni børn aðrastaðni við tí fyri eyga, at tey skuldu koma heim aftur, tá tíðirnar gjørdust betri. Hetta varð gjørt heilt einfalt í eini roynd at tryggja, at komandi ættarliðið yvirlivdi kríggið, greiðir Tita frá.
Tá Tita um skúlaaldur varð send aftur til Finland, fekst hon ikki at trívast í »nýggja« heimlandinum. Sjálv grunar Tita, at tað komst av, at hon var so ung, tá hon varð send avstað.
Aldursmarkið, at senda børn av landinum, var trý ár, so tey máttu hava undantaksloyvi til at senda meg avstað. Men av tí at eg var so lítil, mintist eg onki til Finland, tá eg kom aftur og tosaði sjálvandi eisini bara danskt, fortelur Tita, sum bara vildi sleppa aftur til Danmarkar. Øll ungdómsárini var hon tí í Danmark hvørja summarferiu á tamb, og sjálvt um hon seinni gjørdi fleiri royndir at fella til í Finlandi, vildi tað ongantíð bera til.
17 ára gomul var Tita á háskúla í Danmark. Har hitti hon unga gøtumannin Suna Vinther, og so varð framtíðin hjá Titu spakuliga stungin út í kortið. Eitt stutt skifti flutti Suni til Finland, so unga parið kundi vera meir saman, áðrenn tey í 1960 fluttu til Føroyar, har tey giftust árið eftir.
Ja, soleiðis sær mítt puslispæl í stuttum út, smílist Tita, sum hevur búð í Føroyum síðani.
Úr Finlandi til Føroyar
Hóast frástøðuna til finska heimlandið í barnaárunum er tað haðani, áhugin hjá Titu fyri veving stavar. Hon minnist vevingina sum ein part av gerandisdegnum, har alt frá viskustykkjum til klæðir varð vovið í nógvum heimum.
Tey vóvu fyrst og fremst, tí tað var neyðugt fyri eitt nú at fáa klæði upp á kroppin ella til at selja. Ivaleyst legði mann seg eisini eftir at skapa nakað vakurt, men nakað beinleiðis listarligt løgdu tey neyvan í hetta arbeiðið, sigur Tita, men leggur afturat, at onkuntíð gekk tað neyðuga og tað listarliga kortini upp í eina hægri eind. Til dømis var upprunaliga endamálið við veggjateppum at verja móti kulda í rúmum við grótveggum, har teppini ofta hingu soleiðis, at tú kundi lena teg afturat teimum. Sum frá leið varð størri og størri dentur lagdur á, at hesi veggjateppi eisini skuldu verða vøkur at líta á, og serliga Finland gjørdist kent fyri síni óvanliga vøkru rya-teppi.
Við íblástri úr finsku vevsiðvenjuni visti Tita rættiliga tíðliga, at hon vildi verða vevkona og fór sum heilt ung á sítt fyrsta vevskeið í Finlandi, har hon lærdi handverkið frá grundini. Komin til Føroyar gjørdist hon skjótt partur av blómandi vevumhvørvinum í Havn, har hon kom í samband við nakrar av okkara kendastu vevkonum, millum aðrar Marionnu Matras, Marjun Sigurðsdóttir og Olevinu Joensen.
Tær vóru ótrúliga dugnaligar og ikki minst inspirerandi at vera saman við. Eg hevði til dømis ongantíð sæð ein rammuvev áður, tá Olevina byrjaði at halda skeið í rammuveving, sigur Tita, sum minnist mangar læruríkar og hugnaligar løtur saman við hesum kvinnum.
Frá handverki til list
At føroysku vevkonurnar eisini fingu íblástur frá Titu, man lítil ivi vera um. Í einum ummæli av eini framsýning hjá Titu í 1982 er Marjun Sigurðsdóttir ikki í iva um, at vevingin hjá Titu er nakað heilt serligt, og at talan er um list heldur enn vanligt gagnverk. Millum annað heldur Marjun seg síggja ávirkan frá pólsku vevararnum í vevingini hjá Titu. Pólsku vevararnir gjørdust í 1960 unum slóðbrótandi innan vevlist í mátanum, teir vóru teir fyrstu at lata eginleikarnar hjá tilfarinum geva myndini sítt eyðkenni sum vovin mynd. Eisini lótu teir ljósið og rúmið gerast partur av myndini á ein hátt, so hon mest sum varð eitt skulpturelt verk í sær sjálvum.
Sjálv heldur Tita seg ikki hava havt eina meir listarliga tilgongd til vevhandverkið enn onnur. Tað er nakað, sum er komið við drúgvu royndunum og neyva innlitinum í sjálvt handverkið, heldur hon.
Tað vilja ivaleyst altíð verða ymsar meiningar um, hvør munurin er á listhandverki og list. Sjálv eri eg sannførd um, at treytin fyri at skapa vevlist er, at tú dugir handverkið væl og virðiliga og hevur drúgvar royndir í at brúka tað. Tástani veist tú, hvussu langt tú kanst fara við tilfarinum og teknikkinum og kanst harfrá meta um, hvat hendir, um tú nú fert eitt lítið vet longur. Eg havi fingið handan spurningin onkuntíð fyrr, har eg havi svarað, at fyri at verða listafólk, mást tú vera ein góður handverkari. Men fyri at vera ein góður handverkari, mást tú hava ávis listarlig evni. Tað er nokk á leið soleiðis, tað hongur saman, sigur Tita og minnir á, at list kann vera so mangt og kann spretta úr so mongum. Hon vísir á, at nettupp pólsku vevararnir eru eitt gott dømi um, hvussu tú kanst gera ikki bara neyðsýn til dygd, men enntá til listarliga dygd.
Teir hava neyvan havt ráð til tað dýra tilfarið, og tí vóru teir noyddir at brúka sovorðið sum hamp, jute og sissal, sum var bíligt og lætt at fáa hendur á. Men í staðin fyri at fjala tað, sum mann annars hevði gjørt fyrr í vanligu flatvevingini, lærdu teir seg at framheva eginleikarnar í tilfarinum á hátt, sum gav eitt heilt nýtt listarligt útrykk. Eg trúgvi, at nýskapan ofta er eitt úrslit av, at tú ikki fært fatur á tilfarinum, mann plagar at brúka, og so ert noydd til at finna upp á okkurt annað. Líka sum tá tú ikki eigur tað »rætta« kryddið inni og mást koyra okkurt annað í og soleiðis fært ein heilt nýggjan døgurðarætt burtur úr tí...
Íblástur
Spurd um, hvussu hon sjálv fær íblásturin til síni vovnu verk, sigur Tita, at hugskotini kunnu koma allastaðni frá og ofta, tá tankarnir snúgva seg um okkurt heilt annað.
Eg eri ikki ein, sum til dømis fari í hagan at ganga og leita mær eftir íblástri. Ikki tí, eg kann saktans fáa íblástur úr nátúruni, men eg geri tað ikki tilvitað. Eitt hugskot kann gott koma frá til dømis einum orði ella onkrum, eg síggi, sum eg so spinni víðari út frá, sigur Tita og greiðir sum dømi frá, hvussu hon fekk hugskotið til kenda vevlistaverkið »Santa Pæturs nót«. Hon var á eini framsýning í Ísrael, har hon sá eitt verk, sum ímyndaði bátin og fiskireiðskapin hjá Pæturi í Bíbliuni. Við bátin lógu nøkur petti av eini fiskinót, og Tita kom at hugsa um orðini hjá Jesus, tá hann segði við Pætur, at frá nú av skuldi hann fiska menniskju.
Hendan hugmyndin um, at Pætur nú fór út at fiska menniskju við síni nót, gjørdi tað næstan upplagt at royna at knýta eina nót við tráði, vovnum úr menniskjahári, sigur Tita, sum ongantíð hevur aftrað seg við at nýta annað tilfar enn tað vanliga í síni veving.
Onkur hevur verið eitt sindur illa við av, at eg brúki menniskjahár í summum av mínum verkum. Ivaleyst tí tey seta tað í samband við nazistarnar, sum jú vóvu lutir úr menniskjahári undir sera ræðandi umstøðum. Men eg kann vissa um, at hvørt einasta hár, eg havi brúkt, er komið av livandi fólkum, smílist Tita og minnir á, at menniskjahár hevur verðið brúkt at veva við gjøgnum allar tíðir.
Hetta við at fáa hugskot er annars ein eginleiki, sum má haldast við líka, er Tita sannførd um. Um tú ikki brúkar hann, dovnar hann burtur, eins og vøddar, sum ikki verða brúktir. Tí ræður tað allatíðina um at halda eygu og oyru opin, vera forvitin og opin fyri, at tað altíð finnast øðrvísi mátar at fara fram, enn teir vanligu.
Takksom
Í út við 20 ár undirvísti Tita á vevskúlanum í Havn, og hon heldur tað vera hugaligt at síggja, hvussu stórur áhugin er fyri hesum aldargamla handverki. Tað sigur ikki so lítið, at vevholdini hava havt bíðilista á hvørjum ári, líka síðani tey byrjaðu í 1937. Tí má tað undra, at júst vevskúlin ongantíð veruliga hevur fingið røttu hølisumstøðurnar at virka í, men fleiri ferðir hevur verið mest sum húsvillur, sigur Tita.
Hóast Tita ikki longur undirvísir á vevskúlanum, er hon framvegis sera virkin við vevirnar. Í arbeiðsrúminum heima hjá Titu standa vevirnir á rað, og í teimum flestu er hon í holt við okkurt. Í løtuni arbeiðir hon fram ímóti eini framsýning á Ráðhúsinum í Keypmannahavn, og seinni í ár verður hon við á afturvendandi framsýningini »Dyr« umframt á Summarframsýningini í Norðurlandahúsinum.
Eftir eitt langt lív sum vevkona, heldur Tita tað vera trupult at taka nakað verk fram um onnur, sum hevur eitt serligt pláss í hennara minni. Men skal hon nevna okkurt, má tað verða teir báðir filmarnir, »Barbara« og »Her skal danses«, har Tita arbeiddi saman við kostumierunum við at gera leikbúnarnar. Av øðrum uppgávum, Tita er serliga fegin um at hava gjørt, kunnu nevnast Bispakápan umframt eitt stórsegl til Roskilde Bátasavn.
Tað er so nógv annað, eg kundi nevnt, men sum sagt, er tað ringt at velja nakað bururtúr, tí allar uppgávurnar hava havt sín egna serstaka týdning. Men samanumtikið eri eg bara ómetaliga takksom fyri, at eg havi havt møguleikan fyri at sleppa at veva og alla ta hjálpina, eg havi fingið. Tað hevur verið so ríkt og gevandi, at eg ikki kundi ynskt mær tað betri, sigur vevkonan at enda.