Í fjør fann eftirlitið hjá TAKS 160 milliónir krónur, sum ikki vórðu rætt uppgivnar fyri skattavaldinum.
Tað hevur Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum fingið at vita, nú hon viðgerð
fíggjarlógina fyri í ár.
Í hesum sambandi verður víst á, at seinastu átta árini eru heili 29 ársverk skorin burtur á TAKS, so at tað nú eru 124 ársverk eftir, samstundis sum uppgávurnar økjast.
Eitt øki, sum merkir sparingina serliga væl, er eftirlitið og tað er nógv, sum TAKS kundi hugsað sær at gjørt meira við í eftirlitsarbeiðinum.
TAKS hevur eini 40 starvsfólk, sum meira ella minni arbeiða við eftirliti, tó onkur bara partvíst, og tá er partur av tollinum tikin við.
Spurningurin er so um tað loysir seg at brúka nógvar pengar upp á eftirlit?
TAKS sigur, at tað er ein sannroynd, at eftirlitið hjá TAKS er komið fram á stórt óreglusemi seinastu árini.
Í 2009 fann eftirlitið hjá TAKS 75 milliónir, sum ikki vóru rætt givnar upp til skattingar, í 2010 vórðu 50 milliónir funnar og í fjør sær út til, at talið er omanfyri 160 milliónir krónur
- Talan eru MVG, skatt, kapitalvinningsskatt, stuðlar, toll og annað, og netto er tað helst uml. nakað minni enn helmingurin, sum skal í landskassan.