TAKS misti 290.000 krónur

Lesarabrævið á Vágaportalinum, har sagt varð, at feløg, sum Kaj Leo Johannesen, løgmaður, og Jørgen Niclasen, eiga ella hava átt, skyldaðu landinum pengar sum mvg, fekk bein at ganga á, eftir at løgmaður fyrst á Vágaportalinum 30. mai og so í Sosialinum 1. juni avsannaði páhaldið.

Eirikur Lindenskov

Við hesum gjørdi løgmaður seg sekan í fjala sannleikan, tí tað er prógvað, at fleiri feløg, sum løgmaður varðaði av, hava givið landinum tap við ógolgdnum MVG og partafelagsskatti.
Gamaní er talan ikki um risa upphæddir, sum soleiðis gera mun í øllum tapunum, sum onnur hava fingið av hesum feløgum, har talan er um tvísiffraðar milliónaupphæddir í tapi.

Løgmaður setir spurning við dóm
Tað er ikki óvanligt, at partafeløg fara á heysin. Og tað kunnu vera fleiri orsøkir til, at virki ikki klára at røkja sínar skyldur og tí fara av knóranum.
Tá slík feløg enda í skriftirættinum, so verður ein bústjóri settur, sum skal syrgja fyri at fáa yvirlit yvir skyldur og ogn hjá felagnum, so kravánarar fáa sum frægast burturúr.
Av tí at Sosialurin átti góðar 100.000 krónur til góðar í einum av feløgunum, sum løgmaður átti í og var nevndarforamður í, fekk Sosialurin frá Skiftirættinum innlit í búroknskapin, og her kundu vit staðfesta, at samlaða tapið hjá kravánarum var um 1,5 milliónir krónur. Av hesum var staðfesta tapið hjá TAKS 200.000 krónur.
Henda upphædd kemur fram í búroknskapinum, sum altso ikki er ein meting, men staðfest og góðkent í rættinum.
Kortini sigur løgmaður á Facebook fríggjadagin:
– Tølini eru so lítil, at eg enn ikki havi fingið endaliga staðfest, um tað var nakað millumverandi yvirhøvur.
Soleiðis setir løgmaður spurnartekin við búroknskapin, sum er góðkendur í rættinum, heldur enn at viðganga, at hann duldi sannleikan um, at feløg, hann hevur varðað av, hava givið landinum tap.

Ikki pengar til bústjóra
Sosialurin hevur biðið um innlit í búroknskapirnar fyri hini feløgini, móðirfelagið KRK-Holding, Farex, Kaldbaks Seafood og Trans-Farex Invest. Hjá Skiftirættinum kundu vit sum kunnugt ikki fáa hetta innlit. Løgmaður noktaði at útflýggja okkum tøl, men frá taks fingu vit umsíðir innlit.
Men talan er ikki um búroknskapir, tí hesi feløg vóru so illa fyri, at pengar vóru ikki til at seta ein bústjóra at gjøgnumganga skjølini. Tað vil við øðrum orðum siga, hóast feløgini – sum løgmaður hevur víst á á Facebook – hava útflutt fyri tvær milliardir, havt 50 fólk í arbeiði, goldið 80 milliónir í farmagjøldum og 50 milliónum í rentum til førosykar bankar og 10 tals milliónir í MVG, so vóru eingi virði í felagnum, ikki ein gong nakrar túsund krónur til ein bústjóra.
Tá feløg eru komin so illa fyri, so verða tey vanliga upployst eftir gerin 143 í konkurslógini, sum er um »selskab uden midler«. Tá verða feløgini bara strikað, og eingin kravánari fær so mikið sum eina krónu av tí, hann hevur til góðar. Eingin uppgerð verður gjørd yvir kreditorar, og tí er tað eingin myndugleiki, sum veit, hvussu stór tap feløgini í veruleikanum hava givið øðrum. Tann einasti, sum veit tað, er leiðslan í felagnum, í hesum føri Kaj Leo Johannesen, sum nevndarformaður, og stjórarnir í feløgunum.

Leiðslan hevur altíð ábyrgd
Tað er ikki vanligt, at feløg við so stórum virksemi koma soleiðis á ørmundarhús. Tað er sjálvandi leiðslan í felagnum, sum hevur ábyrgdina av at tryggja, at partafelagið hevur ein forsvarligan rakstur. Og tað er eisini nevndin undir leiðslu av nevndarformanni, sum leggur rætningslinjurnar, sum stjórnin í felagnum skal fylgja, og tað er nevndin, sum hevur ábyrgdina av, at tøkur kapitalur er til taks í mun til rakstur felagsins.
Tað er hesa ábyrgd, vit fleiri ferðir hava víst á – yvir fyri løgmanni – at hann hevur havt. Kortini blívur hann við at misteinkiliggera tað, vit hava víst á – og sigur seg framvegis ivast í, um feløgini í heila tikið skylda Taks pengar, ella um Taks skyldar likvideraðu feløgunum nakað, hóast hetta er staðfest við dómi.
Innlitið, sum vit nú hava fingið frá Taks, í viðurskifti í nevndu feløgum, vísir, at tapini hava verið sera stór av hesum húsagangum, og at nógvar milliónir hava verið millum virði og skyldur.