TAKS fer nú at herða eftirlitið við bilum hjá virkjum og stovnum, ið burtur av skulu nýtast til vinnuligt virksemi.
- Í sambandi við fótbóltslandsdystirnar móti Svøríki og Írlandi í farna mánað, kom TAKS eftir, at fleiri enn 70 bilar, ið einans skulu nýtast til vinnuligt virksemi, vóru parkeraðir á økinum kring Tórsvøll, meðan dysturin bleiv spældur.
Sambært lønaryvirlitinum hjá feløgunum, er talan um bilar, ið ikki rinda skatt av fríari nýtslu.
Taks sigur, at øll hesi feløgini fáa nú bræv um at fáa síni viðurskifti í rættlag.
- Tað er púra greitt, at feløg hava ikki rætt at draga MVG frá einum akfari, ið ikki verður nýtt til MVG-skyldugt virksemi burturav, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS.
Hann sigur, at tað áleggur øllum feløgum at upplýsa, um starvsfólk hava rætt til at nýta akfør til privat ørindi og at tey harvið skulu skattast av fríari nýtslu.
- TAKS fer komandi tíðina at kanna bilar í sambandi við ymisk almenn tiltøk, sum eitt nú fótbóltsdystir, konsertir og annað, sigur stjórin.