Starvsfólkið á Suðuroyar Sjukrahúsi átala nú upp á tað harðasta Akesl V. Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, tí eftir teirra tykki leggur hann eftir yvirlæknunum á Suðuroyar Sjúkrahúsi, tí teir luttaka í almennum kjaki viðvíkjandi sjúkrahúsverkinum. Tað gera tey nú greitt í tíðindaskrivi
Tey vísa á at landsstýrismaðurin hevur eisini samanborið tey trý sjúkrahúsini við ein fótbóltdyst og tað halda tey, má standa fyri hansara rokning.
- At starvsfólk ikki skulu hava loyvi, at hava aðra meining enn landsstýrismaðurin og hansara umsiting, má einamest verða at sammeta við, at farið verður eftur manninum ístaðin fyri bóltinum í fótbóltsdystinum. Hvør revsingin er fyri slíkt, er bara ein spurningur hvat dómarin, í hesum førum hansara ovasta leiðsla, sigur til slíkan atburð.
- Við hesum skrivi fara vit at geva okkara læknum og leiðslu fullan stuðul í teirra kravi teirra viðvíkjandi uppskotinum á læknaøkinum, tað verður seg viðvíkjandi narkosulækna, yngri læknum og samstarvi á kommunulæknaøkinum, sigur starvsfólkið á Suðuroyar Sjúkrahúsi