Talan er um eina misskiljing

Tað sigur Sjúrður Olsen, formaður í FC Argir

Sjúrður Olsen, formaður í FC Argir, sigur at málið um arbeiðsloyvi hjá Dimitrije Jankovic er ein misskiljing.

 

Les eisini B68 hevur kært AB 

 

Tað, sum býr undir málinum er, at nýggja útlendingalógin, ið skuldi setast í gildi fyrr í vár, ikki varð sett í gildi fyrr enn 1. juli. Arbeiðsloyvi hjá Dimitrije skuldi í hesum sambandi flytast til annan arbeiðsgevara, men orsaka av seinkingini av lógini, er hetta ikki gjørt.

 

Tað er møguligt, at arbeiðsloyvi er farið úr gildi einaferð í vár og Dimitrije Jankovic tí einki arbeiðsloyvi hevur, men hesin er Sjúrður Olsen ikki vísur í.

 

- Tað kann gott vísa seg, at arbeiðsloyvi hjá Dimitrije Jankovic er í lagi, tá alt kemur til alt, og at hetta er ein stormur í einum vatnglasi, sigur Sjúrður Olsen, sum í løtuni er í ferð við at kanna málið gjølla.

 

Les eisini Hønefoss BK misti stig, FCK fekk bót 

 

Sjúrður Olsen sigur tó, at ítróttarliga sæð eru øll loyvi upp á pláss og at teir tískil føla seg tryggar við, at AB sleppa hampuliga snikkaleysir í einum møguligum dømi. Talan er hóast alt um eina misskiljing, sigur Sjúrður Olsen.