Enn dugir eingin at siga, hvat hendi tí malaysiska ferðamannaflogfarinum, sum hvarv brádliga fríggjakvøldið yvir Suðurkinesiska Havinum.
Malaysisku myndugleikarnir váttaðu á tíðindafundi í morgun, at teir standa á berum í málinum, og at enn er einki funnið, sum við vissu kann sigast at stava frá flogfarinum.
Myndugleikarnir ásannaðu á tíðindafundinum, at tað er ikki óhugsandi, at flogfarið var rænt. Í hesum viðfangi fanst innanríkisráðharrin, Zahid Hamidi, at eftirlitinum í floghavnini í Kuala Lumpur.
-Teir báðir ferðamenninir, sum høvdu falskt pass, vóru asiatar, og tað má sigast at vera løgið, at eftirlitsfólkini ikki góvu sær far um, at ein eysturríkari og ein italiumaður sóu út sum asiatar, segði ráðharrin.
Fleiri lond taka lut í leitingini eftir tí horvna flogfarinum. Meiri enn 20 flogfør og umleið 40 skip leita, og harumframt hava USA og Kina sent serfrøðingar til Malaysia at hjálpa myndugleikunum har.