Talent er yvirmett. Skalt tú náa altjóða flokki í eini ítróttargrein, sum tónleikari ella sum okkurt annað, mást tú byrja tíðliga at venja og venja nóg mikið. Avgerandi er ofta, at foreldrini pressa børnini til at venja nógv og at halda fast um venjingina.
Tað er niðurstøðan í eini bók um vinnarar, sum Rasmus Ankersen hevur skrivað. Danin hevur áður skrivað bøkurnar En Vinders DNA og Leder DNA, og í nýggju bókini Opdragelse Af En Vinder ger hann upp við fordómarnar ímóti foreldrum, sum pressa børnini hjá tær til at blíva góð til eitthvørt.
- Tað er nógv, sum bendir á, at ein partur av einum vinandi cocktaili eru ambitiøs og krevjandi foreldur. Verliga orsøkin til, at tú ongantíð verður sum Tiger Woods er ikki, at tú ikki hevur talentið sum hann, men heldur at pápi tín ikki eitur Earl Woods, sigur Rasmus Ankersen.
Pápi Tiger Woods tók sonin við sær til golfspæl, longu tá Tiger var sjey mánaðir gamal. Søgan um fremsta tennisspælara í Danmark, Caroline Wozniaki er nakað tann sama.
- Næstu fimm árini verður Wozniaki helst størsta ítróttarstjørna í Danmark, og hon hevur ein polskan pápi, sum hevur pressað hana, síðani hon var 10 ár. Hann hevur milt sagt uppdrigið hana ódanskt, men hon hevur ongan skaða tikið av tí. Hon er ein glað, smílandi og dugnalig kvinna, sigur Rasmus Ankersen.
Venjing ger allan munin
Høvuðsboðskapurin í bókini hjá Rasmus Ankersen er, at talent er yvirmett. Eisini tá talan er um stórar stjørnur, sum vit halda eru føddar við talentinum. Um tú venur 10.000 tímar miðvíst, so kanst tú koma í heimsflokk á tínum øki.
- Tað er ikki líkamikið, hvussu tú venur. Men fært tú góða venjing í tríggjar tímar um dagin í 10 ár, kanst tú koma líka langt, sum einhvør annar, sigur Rasmus Ankersen.
- Og skal eitt barn kunna venja so nógv og so miðvíst frá ungum aldri, so mugu foreldrini hjálpa tí. Koyra undir tað og hjálpa tí. Eg havi sæð nógv dømi um, har foreldur hava pressa síni børn til at venja, men har sambandið millum barn og foreldur er gott og tætt.
- Tað finnist eisini ein ósunnur máti at pressa síni børn, men tað er ein trupult mark at finna, og ofta er tað individuelt, heldur hann.