Talgildi kalendarin hjá ÍSF fær vaksandi undirtøku

(Rás2) Hoyr aðalskrivaran hjá ÍSF, Petur Mittún greiða frá talgilda kalendaranum sum átta sersambond eru partur av nú

Fyri at gera tað lættari hjá sersambondunum innan ymisku ítróttargreinararnar at kunna onnur um sítt virksemið, og at verða kunnaði um virksemið hjá øðrum hevur ÍSF tikið stig til ein talgildan kalendara á heimasíðuni isf.fo.

 

Ætlanin er eisini, at talgildi kalendarin skal gera tað lættari hjá miðlum og øðrum at fylgja við nær kappingar fara fram innan ymisku ítróttargreinarnar.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Petur Mittún, aðalskrivara hjá ÍSF greiða frá talgilda kalendaranum, sum fær vaksandi undirtøku. Átta sersambond eru við, og fleiri eru væntandi ávegis at melda seg til skipanina.