Fyri nøkrum døgum síðani skrivaði afghanska blaðið Erada, at 300 afghanskir stjórnarhermenn vóru rýmdir úr einari legu í Kandahar. Teir vildu ikki góðtaka umstøðurnar, sum herleiðslan bjóðar herinum, og harafturat vóru teir troyttir av teimum áhaldandi álopunum frá Taliban-deildum.
Í síðsta mánað segði ein týðandi Taliban-leiðari við pakistanska sjónvarpið, at Osama bin Laden og mullah Omar skipa fyri mótstøðuni í Afghanistan, og at málið er at reka amerikanararnar og hinar fremmandu hermenninar av landinum. Næstan dagliga frættist frá álopum, sum boða frá, at tann gamli fíggindin er ikki niðurbardur, men at hann tvørturímóti ger alt meiri og meiri um seg, skrivar Reuter.
Tey flestu álopini hava verið har eysturi í landinum nærhendis pakistanska markinum, og í seinastuni hava minst seks amerikanskir hermenn latið lív í Taliban-álopum har. Pakistonsku myndugleikarnir hava sagt seg vera til reiðar at forða Taliban at ferðast um markið, men sambært Reuter ferðast álopsmenninir at kalla ótarnaðir um markið.
Rýma úr herinum
Í seinastuni er Taliban eisini farið at gera um seg í sjálvum høvuðsstaðnum Kabul. Tann 30. mai brast ein bumba uttan fyri NATO-høvuðsstøðina í býnum, og nakrar dagar seinni doyðu seks fólk av einari aðrari bumbuspreinging. Fleiri fólk eru eisini burturflutt.
Afghanski forsetin, Hamid Karzai, hevur sagt, at stjórnarherurin skal berja Taliban niður, men útlendsk tíðindafólk í landinum siga, at tað er so sum so við stríðshuginum hjá hermonnunum. Umstøðurnar hjá stjórnarhermonnunum kunnu als ikki samanberast við umstøðurnar hjá amerikonsku og hinum femmandu hermonnunum, og harafturat fáa hermenninar ikki løn rættstundis. Tí rýma nógvir úr herinum, og tað gevur Taliban uppaftur rúmari ræsur, siga útlendsku tíðindafólkini.