Talið á smittaðum minkar eitt vet

Nú vóru fýra færri smittað við koronu

Í gjár vóru 41 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

 

2899 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 381 smittað, nýggju eru innløgd, og 11 eru deyð við koronu í Føroyum.