116 fólk hava latið lív undir mótmælisgongunum í Iran.
Tað upplýsir iranski mannarættindafelagsskapurin HRANA, sum hevur høvuðssæti í Washington.
Talið av deyðum er ein uppjustering frá leygardegnum, tá 65 vórðu fráboðað deyð undir mótmælisgongunum sambært felagsskapinum.
Internetið í landinum hevur eisini verið sløkt í 60 tímar, skrivar interneteygleiðarin Netblocks.
Hóast internetslit, so eru video av brennandi bilum, bygningum og stórum fjøldum av fólki á gøtunum í hópatali á sosialu miðlunum.
Videobrotini eru tó ikki váttað.
Formaðurin í iranska tjóðartinginum, Mohammad Baqer Qalibaf, ávaraði í dag amerikanska forsetan, Donald Trump, um, at Iran fer at meta Ísrael og amerikanskar hernaðarstøðir í økinum sum "lóglig mál", um USA ger álop.
Boðini frá formanninum í tjóðartinginum koma, eftir at amerikanski forsetin fleiri ferðir hevur sagt, at hann er til reiðar at hjálpa mótmælisrørsluni.
So seint sum í gjár endurtók Trump, at USA stuðlar mótmælisfólkunum.
– Iran lítur móti frælsi, kanska sum ongantíð áður. USA stendur til reiðar at hjálpa, sigur Trump í einum uppslagi á síni sosialu miðlasíðu Truth Social.
Leygardagin hótti iranski statsákærin, Mohammad Movahedi Azad, við, at øll, sum luttaka í mótmælisgongum móti iransku prestastýrinum, verða mett sum "fíggindi Guds".
Tað segði hann í iranskum statssjónvarpi, sambært tíðindastovuni AP.
Sambært AP kann hetta elva til deyðarevsing.
Sama ávaring kom frá ákæranum í iranska høvuðsstaðnum, Teheran, fríggjadagin, sambært Reuters.
Ahmed-Reza Radan, sum er landsløgreglustjóri, sigur við iranska almenna sjónvarpið, at "veruligar handtøkur" av "kjarnuleikarunum" í mótmælisfólkunum vórðu gjørdar leygarkvøldið.
Hetta veit AFP at siga.
Løgreglustjórin upplýsti ikki, hvør ella hvussu nógv fólk vórðu handtikin.
Mótmælisgongurnar byrjaðu 28. desember.
Í fyrstu atløgu fóru iranar út á gøturnar fyri at vísa sína ónøgd við ógvuliga høgu inflatiónina í Iran.
Síðani tá hava mótmælini ment seg til ein almennan kritikk av prestastýrinum, sum hevur stýrt Iran síðani islamsku kollveltingina í 1979.
/Ritzau/











