Tallin gloymdi Havnina

Sambært heimasíðuni hjá býráðnum í estiska høvuðsstaðnum, Tallin, hevur býurin sum tann fyrsti evropiski høvuðsstaðurin sett í verk ókeyps býsskoyring í býnum.

Tilboðið er bara til borgarar í býnum, sum fáa eitt serligt kort at visa fram – og so koyra teir ókeypis, meðan vitjandi í býnum framvegis skulu gjalda.

Danmark Radio gjørdi søgu burtur úr hesum. Fyrst var tað TV-avísin, sum hevði søguna, men so hevur onkur gjørt tey í DR varug við, at faktiskt hava tveir aðrir aðrir høvuðsstaðir longu ókeypis busskoyring frammanundan, okkara egni høvuðsstaður Havnin og álendski høvuðsstaðurin, Mariehamn.

Hoyrið innslag um hetta á DR P1 VIÐ AT TRÝSTA HER