Talv: Føroyar eru besta smátjóðin í Evropa

Í níggjunda og seinasta umfari suðuri á Kýprós vunnu Føroyar stórsigur 3½ – ½ á Malta.

Mynd: Talvsamband Føroya

Talvsamband Føroya skrivar:

 

- Føroyar eru aftur meistarar í talvi fyri smátjóðir í Evropa.

 

Í níggjunda og seinasta umfari suðuri á Kýprós vunnu Føroyar í dag stórsigur 3½ – ½ á Malta. 

 

Sostatt var allur ivi um sigurin beindur av vegnum. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol vunnu og Jón í Horni Nielsen telvaði remis.

 

Tíggju smátjóðir hava kappast í Larnaca seinastu vikuna. Kappingin var tann níggjunda í røðini. Føroyar hava vunnið flestar ferðir.

 

Góða úrslitið er vælsaktans onkursvegna ein staðfesting av, at sterka føroyska talvsiðvenjan svitast ikki, men stendur framvegis í besta blóma. 

 

9 umfar, leygardagin 22. november

 

Føroyar – Malta 3½ – ½

 

GM Helgi Dam Ziska (2543) – Robert Novak (2155) 1 – 0

 

IM Høgni Egilstoft Nielsen (2385) – Colin Pace (2106) 1 – 0

 

Luitjen Akselsson Apol (2288) – Jake Darmanin (2032) 1 – 0

 

Jón í Horni Nielsen (2084) – Patrick Zerafa (2009) ½ – ½

 

Vælhýrdir telvarar suðuri á Kýprós. Føroyska landsliðið hevur í dag vunnið kappingina fyri smátjóðir í Evropa. F.v.: Høgni Egilstoft Nielsen, Jón í Horni Nielsen, Luitjen Akselsson Apol, Elias Petersen og Helgi Dam Ziska.

 

Úrslit – 9. umfar

 

Føroyar – Malta 3½ – ½

 

Andorra – Jersey 3½ – ½

 

Monako – Kýprós 1½ – 2½

 

Luksemburg – San Marino 3½ – ½

 

Guernsey – Liktinstein 1½ – 2½

 

Endaliga støðan

 

1. FØROYAR 16 (29½)

 

2. Andorra 16 (27)

 

3. Kýprós 15 (25)

 

4. Luksemburg 13 (26)

 

5. Monako 9 (20)

 

6. Liktinstein 9 (14)

 

7. Malta 4 (15)

 

8. Jersey 4 (10)

 

9. Guernsey 3 (7½)

 

10. San Marino 1 (6)

 

Føroyar vunnu við fleiri borðstigum enn Andorra. Í dystarstigum stóð á jøvnum. Fyri vunnan dyst fær lið tvey stig, og eitt fyri javnan dyst. Føroyar taptu innanhýsis dystin fyri Andorra, sum afturfyri tapti dystin móti Kýprós. Okkara telvarar fingu tó fleiri stig enn telvararnir hjá Andorra, og tað gjørdi munin. Hevði tað eisini staðið á jøvnum í borðstigum okkara millum, hevði innanhýsis dysturin verið avgerandi, og tá hevði Andorra verið við yvirlutan.

 

Sannførandi avrik

 

Sum heild má sigast, at føroyska avrikið var ógvuliga sannførandi. Gaman í var føroyska liðið ratingfavorittur, men tað krevur sín mann at útinna favorittleiklutin so væl, sum í hesum føri. Andorra, Luksemburg og Monako – og hesaferð ikki minst vertstjóðin Kýprós við – eiga so frægar telvarar, at teir eru mentir at geva okkum dygga mótstøðu.

 

Vit vóru væl mannaðir á fremstu borðunum. Rógvi Egilstoft hevði kunnað lagt nakað aftrat, annars høvdu vit okkara bestu telvarar við. Og vit síggja aftur, hvussu umráðandi tað er, at stórmeistari okkara, Helgi Dam Ziska, er við á landsliðnum.  Eins gleðiligt tað var at síggja, hvussu væl okkara tríggir toppspælarar, Helgi, Høgni og Luitjen avrikaðu, eins hugaligt var at síggja, hvussu væl báðir unglingarnir, Jón og Elias, stóðu seg. Teir smæddust ikki burtur, men gjørdu góðan mun. 

 

Í veruleikanum høvdu vit tríggjar av okkara bestu unglingum við. Elias er 18 ár, Luitjen 19 og Jón 20. Luitjen hevur tó verið í eini serstøðu millum okkara yngstu telvarar nú í nøkur ár. 

 

Allir fimm á føroyska liðnum skoraðu væl, sum vit síggja niðanfyri. Helgi var tryggi skansin á 1. borði. Ósigraður, remis móti sterkastu mótstøðumonnunum, hinar legði hann allar niður. Høgni hevði eittans miseydnað talv, annars var hann sannførandi sum vant. Luitjen var flúgvandi. Hann vann alt uttan eitt, sum endaði javnt, og bleiv soleiðis føroyskur toppskjútti. Og bæði Jón og Elias fingu samanlagt góða úrtøku.

 

Einstaklingsúrtøkan

 

1. Helgi Dam Ziska 6½/8

 

2. Høgni Egilstoft Nielsen 6½/8

 

3. Luitjen Akselsson Apol 7½/8

 

4. Jón í Horni Nielsen 5/7

 

5. Elias Petersen 4/5

 

Luitjen Akselsson Apol – føroyskur toppskjútti á Kýprós.

 

Vinnarar (2009 – 2025)

 

Føroyar hava gjørt seg galdandi í hesi smálandakappingini, frá tí at hon byrjaði. Vit hava vunnið gott og væl aðruhvørja ferð í alt.

 

Telvað hevur verið annaðhvørt ár, kappingin hesaferð var tann níggjunda í røðini. Føroyar og Andorra hava nú í fleiri ár vunnið eftir tørni. 

 

Andorra hevur havt hendinga góðar spanskar telvarar á sínum liði, men hava eisini alið upp fínar telvarar, sum hava fingið góða venjing frá sterkum sponskum telvarum. Her kann nevnast bara 18 ára gamli Serni Ribera, sum á øðrum borði fekk átta stig av níggju møguligum, og sum longu er komin upp á styrkitalið 2300. 

 

Oddamaðurin hjá Andorra nú í fleiri ár, Oscar De La Riva, er stórmeistari og fyrrverandi spanskur meistari (2003). Enski stórmeistarin David Norwood hevur eisini telvað fyri Andorra.

 

Luksemburg, sum er triðja landið, ið hevur vunnið smálandakappingina, hevur øll árini havt sterka svenska telvaran Michael Wiedenkeller sum akkersmann. Wiedenkeller, sum var svenskur meistari í 1990, hevur búð og arbeitt í Luksemburg í nógv ár.

 

Hartil hevur Monako fingið sterkar útlendskar telvarar sum ríkisborgarar, og soleiðis styrkt landsliðið. Teir eru stórmeistarnir Igor Efimov, sum er ættaður úr Georgia, men sum búði í Italia í fleiri ár, og har vann italska meistaraheitið bæði í 1998 og 1999, men síðani 2007 hevur hann umboðað Monako. Hin er Amir Bagheri, annar stórmeistarin úr Iran, hann umboðaði Iran í talvolympiadum til hann fyri fáum árum síðani fekk rískiborgaraskap í Monako.

 

Sigursrøðin er henda:

 

2009 Føroyar

 

2011 Luksemburg

 

2013 Føroyar

 

2015 Andorra

 

2017 Føroyar

 

2019 Andorra

 

2021 Føroyar

 

2023 Andorra

 

2025 Føroyar

 

Tilsamans

 

Føroyar 5

 

Andorra 3

 

Luksemburg 1

 

Smálandakappingin 2025:

 

##med2##

 

 

 

Mynd: Talvsamband Føroya