Talv: Havnin økir

Kollfirðingar - við bakinum til - stríðast við rygginum móti múrinum. Spurningurin er, um teir fara at lívbjarga sær í fremstu deildini.

Føroyameistararnir úr Havnar Telvingarfelag styrktu um oddastøðuna í landskappingini í talvi í áttanda umfari í dag.

Havnarmenn otaðu seg eitt stig longur undan vágamonnum, men enn eru ikki allar súður syftar. Tvey umfør eru eftir, og oddaliðini eiga ein avgerandi innanhýsis dyst eftir í seinasta umfari.

Havnin vann í dag stórsigur 3½ - ½ á uppflytarunum úr Kollafjarðar Talvfelag, men upp á seg mundi úrslitið hjá Sandavágs Talvfelag móti Klaksvíkar Talvfelag (2½-1½) vera líka gott.

Í næstsíðsta umfari hava havnarmenn torførari dyst enn sandavágsmenn, tá kann tí henda seg, at munurin styttist so mikið, at talan verður um rættiliga FM-finalu í síðsta umfari.

Spenningurin er ikki minni í botninum, tí nú stendur á jøvnum millum Kollafjørð og Havnina B.

1 deild (8 umfar, 23 februar)

Kollafjørður - Havnin ½ - 3½

Árant Djurhuus - Helgi Dam Ziska 0 - 1

Rógvi Mørkøre - Luitjen Akselsson Apol 0 - 1

Karl M. Dahl - Carl Eli Samuelsen ½ - ½

Markus Jacobsen - Sjúrður Thorsteinsson 0 - 1

Sandavágur - Klaksvík 2½ - 1½

Høgni Egilstoft Nielsen - Ólavur Simonsen 1 - 0

Silas Eyðsteinsson - Rani Baldursson 0 - 1

Jón í Horni Nielsen - Heðin Gregersen 1 - 0

Torkil Nielsen - Terji Petersen ½ - ½

Klaksvík B. - Havnin B. 2 - 2

Haldur S. Johansen - Herluf Hansen ½ - ½

Finnbjørn Vang - Elias Petersen 0 - 1

Wille Olsen - Suni Merkistein ½ - ½

Ingolf Gaard - Óli Joensen 1 - 0

Støðan í 1 deild

Havnin 26 stig

Sandavágur 23½

Klaksvík 19½

Klaksvík B. 11

Havnin B. 8

Kollafjørður 8

Vágamenn halda fast

Oddaliðið í 2 deild úr Sandavági vann aftur ruddiliga í dag. Væl upplagda manningin - Bernhard Augustinussen, Jón Atlason, Ingi Wiberg og Jónfinn Thomsen - tykist enn sum áður at hava beina kós móti 1 deild.

Toftamenn hava enn møguleikan, men so skal ein ordans spurtur setast í gongd nú. Toftamenn vunnu hetta umfarið grannadystin á innanmonnum. Á toftaliðnum í dag vóru Andrias Danielsen, Bogi Ziska, Jens Chr. Hansen og Andreas Andreasen.

Í hinum endanum er hørð kapping millum Kongshavn og annað havnarliðið um at sleppa undan niðurflyting.

2 deild (8 umfar)

Sandavágur - Havnin A. 3½ - ½

Toftir - Kongshavn 3 - 1

Havnin B. - Klaksvík 2 - 2

Støðan

Sandavágur 21 stig

Klaksvík 17½

Toftir 17

Havnin B. 17

Kongshavn 12

Havnin A. 11½

Sundalagsmenn ella gøtumenn

Í 3 deild stendur kappingin um uppflyting millum Rók úr Sundalagnum og Gøtu Talvfelag. Sundalagsmenn hava verið á odda og eru tað framvegis, men gøtumenn eru í hølunum á teimum.

Martin Brekká sást á liðnum hjá Róki í dag. Annar styrkur kundi verið Finnbjørn Zachariassen. Teir báðir høvdu óivað verið hentir í 2 deild komandi kappingarár.

3 deild (8 umfar)

Sandavágur - Rókur 1 - 3

Kollafjørður - Gøta 2 - 2

Havnin - Vestmanna 2 - 2

Støðan

Rókur 21 stig

Gøta 19½

Kollafjørður 17½

Vestmanna 17

Sandavágur 12½

Havnin 9½

Telvað hevur eisini verið í 4 deild í dag, men haðani eru ikki øll úrslitini komin enn.

Meira kann lesast á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

Tvey umfør eru nú eftir í landskappingini. Í fremstu deildini verður telvað soleiðis:

1 deild (9 umfar, 9 mars)

Havnin - Klaksvík

Klaksvík B. - Sandavágur

Havnin B. - Kollafjørður

1 deild (10 umfar, 22 mars)

Sandavágur - Havnin

Klaksvík - Havnin B.

Kollafjørður - Klaksvík B.

Kollfirðingar - við bakinum til - stríðast við rygginum móti múrinum. Spurningurin er, um teir fara at lívbjarga sær í fremstu deildini.