Talvfelagið Føroyar millum sterkastu feløg í DK

Sunnudagin varð greitt at útisetar vunnu 2. deild, og telva tí komandi ár í bestu deildini í Danmark. Eitt satt bragd.

Talváhugaðir lesandi útisetar hava seinastu mongu árini trinið á gátt í føroyska talvfelagnum í Keypmannahavn, sum tann 14. september verður 19 ár, har samanhald og góðar løtur altíð hava verið í hásæti. Felagið hevur altíð verið ein blandingur av rutineraðum telvarum, sum hava verið við nærum øll árini, og ungum útisetum, sum koma og fara.
Felagið rykti upp í 3. deild fyrst í nítiárunum, og vunnu deldina í 1997. Men stokkut var gleðin í 2. deild, tí longu árið eftir rykti felagið niður í 3. deild aftur. Árini 1998-2000 megnaði føroyingar so dánt at halda seg flótandi í tribestu deildini. Á heysti 2000 kom broying í, eftir at nevndin valdi at satsa uppá at leika seg heilt fram í 1. deild, í seinasta lagið eftir kappingarárið 2002/2003. Og nú vit skriva 2003 er felagið millum sterkastu feløg á flatlondum! Í Danmark eru millum 1-200 talvfeløg. Ein blandingur av fíggjarligum stuðli frá serliga Talvsambandinum, og góðum vilja, er málið rokkið.

Drama til síðsta leik
Undan seinasta umfarinum lógu Hillerød hálvtannað stig ovari enn føroyingarnir á øðrum plássi. Men góður møguleiki var at heinta inn stigini, tá Hillerød hevði torføra mótstøðu, samstundis sum føroyingar hittu einasta botnliðið Øbro. Væl gekst hjá føroyingum og eftir hálvanfimta tíma, var støðan 6-0 til okkara menn, og 5-2 til Hillerød. Spenningurin var í toppi, og ilt var at meta um greiðar niðurstøður.
Hjá føroyingum sótu Carl Eli N. Samuelsen og IM Nicolaj Borge eftir við støðum, sum neyvan kundi geva meir enn eitt stig tilsamans. Tvs 7-1, og tí mátti seinasti Hillerød-maðurin endiliga ikki vinna sítt talv ímóti teimum úr Fredriksberg, sum tískil hevði ognað teimum fyrsta plássið. Carl Eli hevði ongan møguleika at vinna javna rókaendatalvið og mátti tí taka til takkar við javnleiki.
Nicolaj bardist fyri sínum javnleiki, og fekk hann eisini hendan umsíður. Beint undan hevði Hillerød-maðurin tapt sítt talv, og tann dysturin endaði sostatt 5-3. Tí bleiv knasandi 7-1 sigurin nóg mikið til eitt søguligt flott fyrsta pláss í 2. deild.
John Arni Nilssen, Heini Olsen, Eyðun Nolsøe, Heini Danielsen, Terji Petersen og Arild Rimestad vunnu síni talv. Serliga leikti John Arni væl og vann leikandi lætt og skjótt á einum 2300-manni. Talvið hjá Eyðun er við í blaðnum í dag.
At eitt føroyskt útisetafelag blandar seg í absolutta toppin í danska ítróttarheiminum, er óhoyrt. Føroyska flogbóltsliðið í Keypmannahavn megnaði eina árið at smasha seg upp í 3. deild, men tó ikki longur. Fótbóltsfelagið IF Føroyar hevur eisini røttuna kósina við fleiri upprykkinginum seinastu árini, men tó er ótrúliga langt upp til superliga´ina sum eitt felag...

Avbjóðingin
At telva í bestu donsku deildini krevur sítt. Tí ætlar felagið at finna sær enn ein styrk, og við IM Borge við aftur komandi ár (hann hevur játtað) + einum øðrum tittultelvara og seks føroyingum á liðnum, harav føroya sterkasta telvara og toppskorarinum á liðnum John Arni, eigur at bera til at halda seg í deildini. Millum tey átta liðini í 1. deild, eru eini 2-3 lið, sum føroyska felagið kann kappast við. Onnur feløg eru einfalt ov sterk. T.d er Helsinge, við sínum trimum stórmeistarum og fimm altjóða meistarum, í flokki fyri seg. Tvey lið flyta niður, og tí er málið eitt sætta pláss millum tey átta liðini.

Endaliga støðan í 2. deild:
Talvfg. Føroyar 35
Hillerød 34,5
Fredriksberg 29
Helsingør 29
AS 04 29
Skakspilleren 27
Odysseus 24,5
Øbro 16

Einkultúrslitini

1. IM Nikolaj Borge 4,0 av 7 - (57%)
2. John Arni Nilssen 5,5 av 7 - (79%)
3. Heini Olsen 4,5 av 7 - (64%)
4. Eyðun Nolsøe 4,5 av 5 - (90%)
5. Carl Eli N. Samuelsen 4,0 av 7 - (57%)
6. Heini Danielsen 4,5 av 7 - (64%)
7. Finn Nøhr 2,0 av 5 - (40%)
8. Terji Petersen 4,0 av 7 - (57%)
9. Arild Rimestad 2,0 av 3 - (67%)
10. Regin Reinert 0,0 av 1 - (00%)


Talvið hesa vikuna


Niels Hornekær ? Eyðun Nolsøe
DSU 2.div. (7), 16.03.2003

Sicilanskt
1.e4 c5 2.Rif3 d6 3.d4 cxd4 4.Rixd4 Rif6 5.Ric3 a6 6.g3 g6 (nógvir møguleikar eru her, og Eyðun velur tann mest lokkandi, sum hann sjálvur segði eftir talvið) 7.Bg2 Bg7 8.0?0 0?0 9.a4 Fc7 10.Bg5 Ribd7 11.Fd2 Re8 12.Rfe1 e6 (g6, e6, d6 finnustrukturin kann tykjast veikur, men so er ikki) 13.Rad1 Rie5 14.b3 Rifd7 15.Ride2 Bf8 16.h4 b6 17.h5 Bb7 18.Ff4 Bg7 19.Bh6 Bxh6 20.Fxh6 Rad8 (støðan er jøvn, nú farið verður undir miðspælið. Hvítur hevur einki kongaálop, hóast frúgvin stendur í durum svarta kongs) 21.hxg6 hxg6 22.Fd2 Rif6 23.Fg5 Kg7 24.b4 Rh8! (svartur byrjar so smátt at taka yvir) 25.Fd2 Ric4 26.Fd4?? e5! 27.Fd3 Rib2 (tí átti hvítur av fyrstan tí leikt frúnna á c1, og ikki á d4) 28.Fd2 Rixd1 29.Rxd1 Fc4 30.b5 a5 31.Fe3 Fc5 32.Fd2 Rig4 [ein annar møguleiki er: 32...Rh2! 33.Ric1 (33.Kxh2 Rig4+) 33...Rdh8 34.Rib3 Fb4 og svartur vinnur] 33.Ric1 Rixf2 34.Fxf2 [34.Rib3 Rih3+ 35.Kf1 (35.Kh1 Fg1+ 36.Rxg1 Rif2#) 35...Fg1+ 36.Ke2 Fxg2+] 34...Fxc3 støðan er fullkomiliga vunnin. Eyðun hevur spælt væl og útnytta feilir hjá dananum til fulnar 35.Fxb6 Bxe4!? (Eyðun er í tíðarneyð, og helt at hann kundi fáa mannin aftur við skáki. Hann gloymdi at bispurin kemur ímillum aftur eftir Fxg3, men hinvegin hevði hann tá møguleikan til niðanfyrinevnda møguleikan, sum hann tó ikki sá vegna tíðartrot) 36.Bxe4 Fxg3+ 37.Bg2 Fh2+? [37...Rh2! 38.Ff2 Rh1+! 39.Kxh1 Fxf2] 38.Kf1 d5 39.Fe3? síðsti møguleiki var Rid3 39...Rh5 40.Rd2 d4 41.Fd3 (Fe1 hevði
verið drúgvari)


Støðan eftir 41. Fd3

41...Rf5+ 42.Rf2 Rxf2+ 43.Kxf2 Ff4+ 44.Ff3 Fxc1 45.Fc6 Fe3+ 46.Kf1 d3 0?1


Mynd: Heini
Heini Olsen og hinir í Talvfelagnum Føroyar skulu komandi kappingarár telva í fremstu donsku deildini.