TalvFM: Nógvir fult stigatal

TalvFM er í hesum døgum á Oyrarbakka

Í opnu kappingini ella í 1. bólki luttaka 22 telvarar. Fýra teirra vunnu tey bæði fyrstu talvini. Teir eru Martin Poulsen, Brandur Jacobsen, Reinhold Isaksen og Jákup F. Joensen.

Í unglingadeildini eru 14 luttakarar. Fýra teirra vunnu tey bæði fyrstu talvini. Teir eru Runi Dragaberg, Marl M.S. Jensen, Thomas H. Rubeksen og Mannbjørn Anthoniussen. Unglingarnir telva átta umfør.

Tá vit frættu í gjár vóru teir ikki farnir undir kappingina millum veteranar. Í tí kappingini eru tólv luttakarar, og kappingin fevnir um seks umfør. Teir tólv veteranarnir, sum hava boðað frá luttøku, eru Niclas Joensen, Jeffri Justinussen, Han J. Johannesen, Justinus Hansen, Gutti Petersen, Magni Thomassen, Niels Durhuus, Mikkjal Joensen, Hans Petersen, Jákup Thomsen, Árni M. Dam og Jóan P. Kristiansen.