Hóast ein lítil triðingur restar av síðsta kappingarárinum, áðrenn ár 2000 verður skrivað, so ganga fyrireikingarnar til komandi kappingarár við fullari ferð.
Spurningarnir, sum verða viðgjørdir í nevndunum kring landið, samstundis sum tað á vøllinum verður kappast um meistaraskap, Europa Cup luttøku og fyri at sleppa undan niðurflyting, eru, hvussu tað verður við venjarunum og spælarunum komandi ár. Hetta eru spurningar, sum fyri heilt fáum árum síðani ikki vórðu tiknir upp í feløgunum, fyrrenn kappingarárið var liðugt, men hetta er heilt nógv broytt tey síðstu árini.
Venjararnir
Fýra av teimum tíggju feløgunum, sum eru í bestu deildini í ár, hava sáttmála við venjararnar, ið eisini eru galdandi í ár 2000. Hesi feløgini eru B36, har Tomislav Sivic er sáttmálabundin komandi ár, HB, har Ion Geolgau hevur sáttmála eitt ár afturat, VB, har Krzysztof Popczynski er sáttmálabundin eitt ár afturat.
Men vit hava skilt á lagnum, at tað kann væl hugsast, at okkurt av hesum feløgunum fer at at skifta venjara, og at sáttmálaskeiðið tískil verður avmarkað, men hetta er nakað, sum vit ikki hava fingið váttað í feløgunum.
Í hinum seks feløgunum er støðan eitt sindur óviss. Kortini tykist tað vera rættuliga sannlíkt, at Johan Nielsen, sum er einasti føroyingurin, ið er í fulltíðarstarvi sum venjari í 1. deild, eisini komandi ár fer at hava ábyrgdina av liðnum hjá GÍ. Í Klaksvík hava KÍ og Tony Paris tosað um møguleikan at venjarin, sum hevur eitt ára farloyvi frá starvi í USA, skal vera í Klaksvík eitt ár afturat, men enn er eingin avgerð tikin um hetta.
Trygvi Mortensen hevur sáttmála við NSÍ fyri hetta kappingarárið, og har hava teir ikki viðgjørt framtíðina. Á Toftum er Bjørn Krog sáttmálabundin fyri hetta árið, og vit skilja á lagnum, at har er einki avgjørt, hvussu tað verður komandi ár.
Í Sumba, á Sandi og í Fuglafirði eru venjararnir bundnir fram til endan av hesum kappingarárinum. Vit skilja á lagnum, at venjaraspurningurin fyri komandi ár verður ikki liðugt viðgjørdur, fyrrenn tað verður greitt, hvørjari deild liðini fara at spæla í.
Landsliðsmenninir
Tosið um at spælarar skulu skifta felag var nógv undan kappingarbyrjan, og tað hevur tað eisini verið í summar. Formliga er tað ikki loyvt einum felag at seta seg í samband við ein spælara, meðan hann er sáttmálabundin av einum øðrum felag, men virðingin fyri hesum reglinum man vera so sum so.
Landsliðið er ein góður sýnisgluggi, bæði fyri útlendsk feløg og feløgini heima á landi. Í Klaksvík ætla teir sær at gera nógv fyri at halda uppá John Ryan, Rógva Jacobsen og Heðin á Lakjuni, men tað eru onnur feløg, ið eru áhugað í teimum. Fróði Benjaminsen skrivaði síðsta vetur sáttmála við B36, men hetta var seinni gjørt til einkis, og í ár hevur Fróði Benjaminsen verið liðformaður í barndómsfelagnum á Toftum, og hann hevur vunnið sær sess í landsliðshópinum. Vit skilja á lagnum, at onnur feløg hava sýnt áhuga fyri at knýta B68 mannin at sær komandi ár.
Sámal Joensen í GÍ og John Petersen úr B36 hava verið áhugaðir í at sleppa av landinum at royna fótbóltsevnini, men í báðum førum hevur felagið kravt meiri, enn útlendsku feløgini hava viljað latið fyri spælararnar. Í heyst verður sáttmálaskeiðið liðugt, og so er spurningurin, hvar landsliðsmenninir fara at spæla komandi ár.
Aðrir spælarar
Christian Høgni Jacobsen skuldi í summar vera á veg til B36, men hann er alt hetta kappingarárið bundin av sáttmála við NSÍ. Nú gongur álopsmaðurin við brotnum beini, men tað er einki at ivast í, at hann verður ein av teimum, sum fleiri feløg fara at fiska eftir.
HB tykist meiri brádliga, enn teir í felagnum frammanundan kanska hava roknað við, vera komið har til, at teir mugu keypa fleiri spælarar, um teir skulu vera við í kappingini, har teir altíð vilja vera. Fleiri av nevndarlimunum í Havnar Fótbóltur vóru í Fuglafirði og hugdu at ÍF og VB. Tað mann kennast strevið hjá havnarmonnunum ikki at hava møguleika á veg til Runavíkar at fara út á bygd at hyggja at fótbólti, uttan at søgurnar fara at ganga um, at teir skulu keypa spælarar!
Og so er spurningurin, um tað aftur komandi ár fer at vera soleiðis, at onkrir av spælarunum úr havnarfeløgunum fara á bygd at royna fótbóltsevnini, sum teir bara partvís ella als ikki fáa nakað burturúr á tí støðinum, sum allir spælarar ynskja at vera á. Her verður t.d. hugsað um evnaríka Andrew av Fløtum, sum nú er vorðin fastur skiftisspælari hjá HB.